Fólk flestu eru samd um, at hetta er eitt tað týdningarmesta val síðani fólkaatkvøðuna í 1946, tá viðurskiftini Føroyar-Danmark vórðu viðgjørd á hægsta stigi við eini fólkaatkvøðu, sum varð kveistrað burtur.
Tjóðveldisflokkurin hevur tríggjar ferðir í hesum tingskeiði lagt fram uppskot um »Framtíðarstøðu Føroya«, og fekk hetta uppskot 19 atkvøður fyri og onga ímóti (30/5-95) at seta eina millumtinganevnd at arbeiða víðari við málinum og leggja fram aftur álit í ólavsøkutingsetuni 1995.
Báðar tær seinnu ferðirnar, málið er lagt fram í tinginum, hava undanførslurnar vunnið á valvældini.
Í uppskotinum verður mælt til at seta eina nevnd av serkønum at gera uppskot til grundlóg fyri Føroyar. Tá løgtingið hevur samtykt eina nýggja grundlóg, verður hon alt fyri eitt løgd fyri fólkið á einari fólkaatkvøðu.
Tjóðveldisflokkurin hevur í lýsing í bløðunum undir heitinum »Vit byggja land« punkt 3, »Tann demokratiska leiðin« neyvari útgreinað, hvussu hetta skal fremjast. Mong onnur mál eru útgreinað í hesi lýsing, og eru fólk vælkomin at spyrja valevni floksins um ivamál og nærri lýsingar. Tá hesin háttur verður brúktur at bera okkara boðskap út, so er tað tí, at tað knípur við blaðrúmd, nú skotbrái gjørdist so stutt til valstríðið.
Bankamálið verður eitt tað fyrsta, sum ein nýggj samgonga fer undir at loysa, og tá ræður um at hava tey røttu fólkini til hesa truplu uppgávu ? og tey hevur Tjóðveldisflokkurin.
Ein arbeiðsbólkur av sakkønum hevur gjørt ein arbeiðssetning, sum fólk úr øllum flokkum tekur undir við, men sitandi samgonga hevur politiskt vavt hetta mál upp í eina slíka fløkju, at her verður neyðugt at vera á varðhaldi, so vit ikki missa endan.
Tjóðveldisflokkurin er til reiðar at taka um endan!
Jógvan Durhuus,
løgtingsmaður,
Vestmanna