Føroyska heilsuverkið skuldi kosta 600 mió meir

Føroyar eru tað norðurlandið, sum brúka minst upp á heilsuverkið

Eftir fólkatalinum eru Føroyar tað norðurlandi, sum brúkar minst av pengum upp á heilsuverkið.

 

Tað staðfestir Læknafelag Føroya í eini almennari ávaring á landsins myndugleikar í morgun.

 

Felagið hevur viðgjørt støðuna í føroyska heilsuverkinum og í hesum sambandi hevur felagið eisini samanborið, hvat vit brúka upp á okkara heilsuverk, afturímóti hinum Norðurlondunum.

 

Niðurstøðan er, at skuldi heilsuverkið í Føroyum kosta tað sama fyri hvønn íbúgva, sum í Danmark, skuldi tað kostar 600 milliónir krónur meiri um árið.

 

Læknafelagið hevur eisini hugt í roknskapin hjá landskassanum og sæst, at játtanin til heilsuverkið veksur ”ógvuliga spakiliga”, sum Læknafelagið tekur til.

 

Felagið vísir á, at frá 2010 til 2013, hevur vøksturin verið sjey prosent.

 

Í 2010 vóru útreiðslurnar til heilsuverkið 1007,4 milliónir og 2013 vóru tær 1082,8 milliónir.

 

Men Læknafelagið sigur, at samanbera vit okkum við hini Norðurlondini, soleiðis sum vit kunnu lesa tað í frágreiðingini frá NOMESCO 2014, síggja vit, at vit liggja lágt í útreiðslum til heilsuverkið. Hetta er bæði galdandi fyri, hvat heilsuverkið kostar fyri hvønn íbúgva,  og fyri, hvussu stóran part av okkara bruttotjóðarúrtøku, vit brúka upp á heilsuverkið.

 

- Vit loyva okkum at brúka hesi tøl frá NOMESCO, tí hetta eru tey tøl sum heilsumyndugleikarnir í ymsu londunum sjálvir hava givið upp, og hvørt land sær, eisini Føroyar,  er umboðað í arbeiðsbólkinum, sum ger hesa frágreiðingina, sigur Læknafelag Føroya.

 

Felagið sigur, at í 2012 brúktu Føroyar bara 21.560 krónur fyri hvønn íbúgva, til Heilsuverkið. Haraftur ímóti brúkti Danmark 33.689 krónur til heilvuverkið, og Noreg brúkti 49.628 norskar krónur.

 

Munurin á Danmark og Føroyum eru sotatt heilar 12.129 krónur fyri hvønn íbúgva, sum vit brúka minni upp á heilsuverkið enn danir gera. Tað eru út við 600 milliónir krónur fyri allar føroyingar, sigur Læknafelagið.

 

 

Les eisini: Tað mangla yvir 50 læknar í Føroyum, har Læknafelagið ávarar landsins myngugleikar um støðuna og mælir til, hvat skal gerast

 

 

Læknafelagið vísir eisini á, at vit brúka minni partur av bruttotjóðarúrtøkuni upp á heilsuverkið enn øll hini Norðurlondini brúka.

 

Harafturat hevur parturin av bruttotjóðarúrtøkuni, vit brúka upp á okkara heilsuverk, verið støðugt fallandi seinastu árini.

 

Í 2012 brúktu vit bara 7.7% av bruttotjóðarúrtøkunu upp á heilsuverkið, men Danmark brúkti heili 10,6 % av teirra bruttotjóðarúrtøku, Svøríki 9,1 % og Ísland brúkti 9,0%.