Føroyska landsliðið er sett

Nú er greitt, hvørjir spælarar byrja inni í dag

Lars Olsen hevur sett navn á teir fyrstu ellivu á føroyska liðnum, sum byrja á vøllinum á Astana Arena í Kasakstan.

 

Føroyski landsliðsvenjarin, Lars Olsen, og hjálparvenjarin, Jóannes Jakobsen hava sett navn á teir fyrstu ellivu, sum í kvøld kl. 21:00 lokala tíð byrja á vøllinum á Astana Arena, í HM-undankappingardystinum millum Kasakstan og Føroyar.

 

Hetta stendur at lesa á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandinum.

Gunnar Nielsen verður í mál, og í verjuni verða Jónas Tór Næs, Rógvi Baldvinsson, Jóhan Troest Davidsen og Viljormur Davidsen.

Á miðuni verða Christian R. Mouritsen, Fróði Benjminsen, Súni Olsen og Hallur Hansson, meðan Christian Lamhauge Holst verður framsti maður á føroyska miðvøllinum, og frammi í álopinum verður Jóan Símun Edmundsson.