Føroyska Listafelagið í Keypmannahavn 25 ár

Í sambandi við, at Føroyska Listafelagið í Keypmannahavn verður 25 ár, sýna Allan Korsager Davidsen, Jórunn Reginsdóttir, Rólant Lenvig av Reyni og Ludvík á Brekku fram myndir og málningar í Føroyahúsinum í dag kl 16.00

Tað eru 25 ár liðin, síðan Føroyska Listafelagið í Keypmannahavn varð stovnað. Í tí sambandi verður hátíðarhald fyri felagið í Føroyahúsinum á Vesterbro í Keypmannahavn í dag 25. mai, kl 16.00.


Í sambandi við hátíðarhaldið verður framsýning við fýra ungum, framskygdum, dugnaligum og uppkomandi føroyskum listafólkum, skrivar felagið.


Tey eru:

Ludvík á Brekku:
Føddur í 1985 í Havn. Ludvik á Brekku hevur sýnt fram ymsastaðni í Føroyum og Danmark tey seinastu árini. Hann hevur eisini gjørt fløguhúsar og bókaforsíður. Ludvík fæst millum annað vid at tekna og mála og gongur á Listaháskúla á Ærø.

Jórunn Reginsdóttir:
Jórunn Reginsdóttir er 21 ára gomul og er ættað úr Havn. Hon lesur á arkitektskúlanum í Keypmannahavn. Jórunn hevur altíð teknað og málað nógv, og tey seinastu árini hevur hon arbeitt við photoshop-kollasjum.
Í kollasjum roynir Jórunn at finna aftur til nakað upprunaligt og við formmálinum endurskapa eina javnvág ímillum menniskjað og náttúru.

Rólant Lenvig Av Reyni:
Rólant er føddur í 1979 og er frá Tórshavn. Hann hevur lært í London har hann hevur tikið eina BFA í Visual Communication í 2012. Rólant hevur síðan tá starvast sum hjálpari í grafiska verkstaðnum í Føroyum, Steinprent.
Rólant brúkar blandaða tøkni, og hansara myndir umfevna ofta evnið ró.

Allan Korsager Davidsen:
Allan er føddur 1987 í Aarhus, og flutti heim til Føroyar í 1994. Allan hevur síðani 2010 búð í Keypmannahavn, har hann arbeiður við graffiki og visuellum samleika.Hann fær íblástur frá menniskjum; serliga eru tað tær skeivu tilverurnar ella tær duldu veikleikar og styrkir, ið øll menniskju á ein ella annan hátt bera uppá, ið tiltala hann.