Benjamin Rajani hevur útgávukonsertir í Føroyum

– Eg setti sær sum prinsipp bara at skriva føroyskum, sigur Benjamin Rajani í drúgvari samrøðu við Sosialin, sum vit deila her. Hann er nú aktuellur við nýggjari plátu og fer á konsertferð næstu dagarnar

Grein úr Sosialinum 14. mars:

 

Árið er 2020, og vit eru í enska býnum Manchester. Í íbúð síni situr 25 ára gamli argjamaðurin Benjamin Rajani. Hann er júst fluttur til býin, men sleppur illa út, tí alt samfelagið er í undantaksstøðu orsakað av koronu.

 

 

 

Fyri at fáa tíðina at ganga, tekur hann sín gamla vin guitaran fram og setur seg at skriva sangir. Hann hevur ikki gjørt nakað serligt við tónleikin í nøkur ár, men knappliga byrja sangirnir at fossa úr honum… Og aftaná eitt ár hevur hann skrivað heilar 40 sangir.

 

 

 

Nú knøpp fimm ár seinni er Benjamin klárur at vísa sangirnar fram – ella 12 av sangunum. Og tað ger hann við heildarútgávuni, ið hevur fingið heitið Tá hvørt ljós líkist tær.

 

 

 

Vit sita beint nú í stovuni hjá honum og konuni á Oyrasundskollegiinum, her hann hevur bjóðað inn til kaffi við havramjólk og sjokulátakeks. 

 

 

 

Hann vísir mær nýggju plátuna og húsan, sum Heiðrikur av Heygum hevur málað , og tað lýsir úr unga manninum, at hann er spentur og errin, nú fyrsta pláta hansara kemur út 28. mars.

 

 

 

– Tað eru eini fýra ár síðan, at eg byrjaði at droyma um hesa plátuna. Tá tóktist tað vónleyst at geva nakað út, tí tað er jú rættiliga dýrt, og eg var, og eri enn, lesandi. Men tað eydnaðist, og at sita við henni nú, tað er ein ótrúliga deilig kensla, sigur Benjamin.

 

 

 

Hvussu ert tú sjálvur nøgdur við úrslitið?

 

 

 

– Man hoyrir ofta tónleikarar siga, at tað er ringt at leggja sangirnar frá sær, og at man ongantíð kann blíva nøgdur. Eg veit ikki, um eg eri heilt samdur í tí. Eg haldi gott, man kann vera nøgdur. Eg eri í øllum førum ordiliga nøgdur.

 

##med2##

 

Romantikkur og vinaløg

 

Stílurin er ein blanding av tí, sum kemur undir indie/folk og singer/songwriter, og gjøgnumgangandi temaið á plátuni er sambond – ella forhold. Bæði romantisk forhold, men eisini vinaløg og nostalgi.

 

 

 

– Nakrir av sangunum snúgva seg um barndóms- og ungdómsminnir. Um farnar tíðir saman við vinfólki, tá man var yngri og lívið føldist meira einfalt, fortelur Benjamin. 

 

 

 

– Men so eru tað eisini sangir um allar facettirnar av kærleikanum. Bæði um tað at vera nýforelskaður, hava djúpan kærleika, men eisini um hjartasorg.

 

 

 

Fyri Benjamin hevur tað alla tíðina verið umráðandi, at sangirnir á plátuni hóska saman, soleiðis at har er ein reyður tráður í bæði tematikkum, tempo og huglagi. 

 

 

 

Við góðari hjálp frá vinfólki, familju og framleiðara valdi hann 12 sangir úr rúgvuni út, og teir blivu innspældir í studionum hjá danska framleiðaranum Esben Svane á Vesturbrúgv í Keypmannahavn.

 

 

 

– Esben hevur gjørt eitt kolossalt arbeiði. Hann hevur innspælt meginpartin av ljóðførunum og arrangerað tað heila. Tað eri eg honum takksamur fyri.

 

 

 

Fýra stakløg eru longu komin út og hava millum annað verið spæld í bæði føroyskum og donskum útvarpi, har tey hava verið væl móttikin.

 

 

 

Kennist rætt at skriva á føroyskum

 

Eitt serligt við nýggju útgávuni er, at allir sangirnir á føroyskum. Tað er nakað nýtt fyri Benjamin Rajani, tí higartil hevur hann fyri tað mesta hildið seg til at skrivað á enskum.

 

 

 

– Eg havi altíð følt, at føroyskt var for torført fyri meg. At eg ikki dugdi nóg væl at fáa tað at sita flott. Enskt hevur follið mær lættari, sigur Benjamin, sum hevur búð í enskttalandi londum í sjey ár av sínum lívi.

 

 

 

Men hann gav føroyska málinum eina roynd kortini.

 

 

 

– Eg fann skjótt útav, at eg ikki dugdi so væl, sum eg gjarna vildi duga. So eg byrjaði at lesa rættiliga nógv føroyskt, bæði skaldsøgur og yrkingasøvn. Hvørja ferð, eg sá eitt orð, eg ikki kendi, kannaði eg merkingina. So ja, eg havi brúkt nógva tíð á Sprotanum, og geri tað enn.

 

##med3##

 

Tað gekk ikki leingi, og so hevði Benjamin eitt munandi størri orðfeingi. 

 

 

 

– Eg setti mær sum prinsipp bara at skriva føroyskum og føldi beinanvegin, at eg við tí lat upp fyri onkrum nýggjum. Tað kendist meira autentiskt, natúrligt og ektað onkursvegna. Tað bleiv eisini lættari at seta orð á kenslur og støður.

 

 

 

– Føroyska málið gjørdi, at eg fekk nýggjar dreymar um tónleikin. Tað hevur havt stóra ávirkan á hugin og drívmegina at skriva so nógvar sangir, sigur hann og vísir aftur á tíðina undir koronu í Onglandi, har hann fekk óvanliga nógv av skafti eftir stutta tíð.

 

 

 

– Eg vil siga, at tað var tað kreativa hæddarpunktið í mínum lívi. Tað var eitt fantastiskt upplivilsi at bara kunna blíva við at skriva. Allir sangirnir blivu kanska ikki líka góðir, men eg hevði sum mál at gera hvønn einasta sang lidnan, áðrenn eg fór víðari til tann næsta. Eg veit ikki, um eg fari at klára tað aftur á sama hátt, sigur hann flennandi.

 

 

 

Øll sungu við til “Á Sigursferð”

 

Hetta er tó ikki fyrstu ferð, at Benjamin syngur á føroyskum. Á vetri 2024 sungu allar Føroyar við til lagið hjá honum “Sigursferð”, sum endaði við at blíva eyðkennislagið fyri hondbóltsævintýrið hjá monnunum í Berlin.

 

 

 

– Tað var stuttligt at síggja, at spælararnir tóku hann til sín, bæði menninir og seinni eisini kvinnurnar.

 

 

 

Hvussu ber til, at tú skrivaði hendan sangin? 

 

 

 

– Eg føldi, at ein nýggjur føroyskur ítróttasangur manglaði. Nógvir eru góðir, men teir flestu eru gamlir eftir hondini. Til dømis eru EM’arin og Føroyar Framá báðir meira enn 30 ára gamlir.

 

 

 

– Eg vildi gera okkurt lætt og festligt, sum kundi fevna um bæði kynini og allar ítróttagreinar. Men eg var sjálvandi inspireraður av øllum teimum flottu ítrottaravrikunum, sum vóru tá. Góðu EM-úrslitini í Berlin hava uttan iva eisini gjørt, at sangurin hevur fingið enn meira flog, sigur Benjamin.

 

##med4##

 

“Sigursferð” er tó í einum heilt øðrum stíli enn tað, tú vanliga ger, ikki so?

 

 

 

– Ja. Eg havi onkuntíð hugsað, um tað var býtt… Tvætl, tað er bara stuttligt. Men fólk skulu ikki vænta, at nakað líknandi verður á plátuni, flennir hann.

 

 

 

– Tónleikur gevur mær lívsgóðsku

 

Hvat er dreymurin hjá tær við tónleikinum?

 

 

 

– Tað hevur ikki stóran týdning fyri meg, at eg skal blíva kendur ella nakað sovorðið. Tað týdningarmesta fyri meg er at sleppa at gera so góðan tónleik sum gjørligt. Og so góðar plátur sum gjørligt, sigur hann og vísir á, at man eisini má vera realistiskur: 

 

 

 

– Orkan og tíðin verður sjálvandi ein onnur, tá eg byrji í føstum starvi, og um eg einaferð fái børn, Men dreymurin er bara at sleppa at blíva við at skriva og ikki steðga. Vónandi kann eg halda fram, inntil eg verði gamal. Um ikki annað bara fyri mína egnu skyld.

 

 

 

Hví tað, hvat gevur tónleikurin tær?

 

 

 

– Tað gevur mær eina hægri lívsgóðsku at úttrykkja meg kreativt. Bæði melodiskt gjøgnum tónar, men eisini gjøgnum orð við at seta orð á ting, sum mala í høvdinum. 

 

 

 

– Og um tað kann geva øðrum nakað eisini, so er tað enn betri, sigur Benjamin Rajani.

 

##med5##

 

Fleiri útgávukonsertir við bólki

 

Heildarútgávan Tá hvørt ljós líkist tær kemur út fríggjadagin 28. mars.

 

 

 

Í hesum sambandi verða fýra útgávukonsertir – tríggjar í Føroyum og ein í Danmark.

 

 

 

Fyrsta konsertin verður í Reinsarínum í Havn á útgávudegnum hin 28. mars. Dagin eftir verður konsert í Varpinum í Klaksvík hin 29. mars, og eisini verður konsert í Tutl í Havn hendan dagin. Og 30. mars verður tað Í Listastovuni í Miðvági.

 

Útisetar í Danmark fáa eisini møguleikan, tá konsert verður í Føroyahúsinum í Keypmannahavn hin 5. apríl.

 

 

 

– Eg gleði meg nakað so nógv til konsertirnar. Tað verður við fullum bólki, umframt strúkarum og blásara, so tað verður feitt. Eg vóni at síggja nógv fólk, sigur Benjamin Rajani.

 

 

 

Sosialurin