Í gjár kappaðist Matilda Ceni úr Hoyvík um noregsmeistaraheitið í Beauty Makeup – og vann hon sannførandi við 90 stigum av 90 møguligum.
27 ára gamla Matilda Ceni, sum er dóttir Sigrið og Júst Sivertsen í Hoyvík, hevur í sløk trý ár havt egna salong í Bergen, Salong Matilda. Hon er útbúgvin kosmetologur við ymsum afturat: Makeup artistur, negl, vippuextentions, microblading og annað.
– Temaið var egin tulking av Catwalk makeup 2017. Vit valdu at fara eftir einum skørpum og maskulinum Hugo Boss look, sigur Matilda Sivertsen.
Tað endaði við, at Matilda Sivertsen fekk fult stigatal, 90 stig, og hon skal umboða Noreg til heimsmeistarakapping í Düsseldorf 1. apríl.