Føroyska sendistovan í London merkir eisini springaradrápið

Føroyska sendikvinnan í London heldur, at vit mugu bara halda eyguni við, hvussu gongdin verður

##med2##

 

Stóra springaradrápið, er nú viðgjørt í øllum teimum stóru miðlunum í Bretlandi. Tað sigur føroyska sendikvinnan í Bretlandi, Kate Sanderson, í tíðindunum á FM1.

 

Hon sigur, at eisini á føroysku sendistovuni í Bretlandi, hava tey merkt nakað til tað, at føroyingar drupu yvir 1.400 springarar sunnukvøldið.

 

Hon sigur, at fólk hava gjørt vart við seg í sambandi við drápið, men hon væntar, at tað er ein løtumynd, tí at miðlarnir hava gjørt so nógv burtur úr. Men hon heldur, at vit mugu bara halda eyguni við, hvussu gongdin verður. Men samstundis hevur hon eisini varhugan av, at fólk eru nógv betri upplýst um grind nú, enn tey hava verið.

 

Hon sigur eisini, at ein av teimum rættiliga kendu sjónvarpsvertunum í Bretlandi, hevur heitt á bretar um at gera vart við seg.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr Kate Sanderson greiða frá.