Føroyskar prædikur sleppa undan at týðast

Danski kirkjuráðharrin hevur útsett umstrítt uppskot

Lógaruppskotið um, at allar átrúnaðarligar prædikur í Danmark, sum eru á útlendskum máli, skulu týðast til danskt, verður útsett í óasetta tíð.

 

Tað skrivar Jyllands-Posturin.

 

Uppskotið var ætlað sum eitt fyribyrgjandi stig ímóti víðgongdum muslimum í Danmark, sum kunnu kynda undir yvirgang, men av tí at lógaruppskotið kann ikki rættast ímóti einum ávísum átrúnaði ella máli, kom uppskotið at umfata allar útlendskar prædikur í Danmark – eisini tær, sum verða hildnar á føroyskum máli.

 

Joy Mogensen, kirkjumálaráðharri, hevur fingið sera nógvar áheitanir um at strika lógaruppskotið, tí tað skal vera at skjóta spurvar við kanónum. Eisini føroyingar hava gjørt vart við sína misnøgd, og fólkatingsmaðurin Sjúrður Skaale setti í heyst ráðharranum ein fyrispurning um málið. Onnur útlendsk trúarsamfeløg í Danmark eisini gjørt vart við seg – eitt nú týskar, svenskar og enskttalandi samkomur og kirkjur.

 

– Sjálvandi eru vit ikki yvirgangsfólk í Sankt Petri Kirkju. Vit eru fitt og vinarlig fólk og vilja bara sleppa at syngja okkara týsku sangir og hoyra eitt týskt orð, sigur týski presturin Rajah Scheepers við Jyllands-Posten.

 

Joy Mogensen sigur við blaðið, at ætlanin er framvegis at gera eitt lógaruppskot, men at tað verður útsett fyribils.

 

Fleiri politikarar siga við Jyllands-Posten, at teir mæla stjórnini til heilt at sleppa uppskotinum.