Føroyskar sagnir á enskum ganga sum heitt breyð  

Áhugin fyri bókini við føroyskum sagnum á enskum hevur verið so stórur, at annað upplag á 2000 eintøk verður prentað í næstum

 

 

Í mai mánaði í fjør bar fyri fyrstu ferð til at ogna sær savn við føroyskum sagnum á enskum, tá felagið Rami prentaði bókina, "Legends from the Faroe Islands.”

 

Sagnasavnið við serligum denti á huldufólk, trøll og gandakallar, varð prentað í 1500 eintøkum. Men longu eitt ár seinni er um at verða tómt á goymsluni. Tí er bókin longu nú send til prentingar aftur.

 

- Vit eru ógvuliga fegin um móttøkuna. Hóast vit høvdu roknað við, at tørvur var á bókini, er tað stuttligt, at áhugin hevur verið so mikið stórur, greiðir Jónas Tormóðarson Stórá, stjóri í fyritøkuni Rami, frá.

 

Hann leggur aftrat, at tað hevði týdning fyri fyritøkuna at endurmiðla sagnirnar, sum útlendsk ferðafólk hava víst stóran áhuga fyri.

 

- Um vit ikki halda á at miðla sagnirnar, missa vit hendan tjóðardýrgripin, sigur Jónas, sum eisini vónar, at bókin kann geva fólki, sum flyta til Føroya, eitt vindeyga inn í okkara mentan.

 

Fyritøkan hevur arbeitt við sagnum í fleiri ár og hevur eitt nú samstarv við fleiri kommunur.

 

Tað samstarvið fevnir um ljóðupptøkur av sagnum á enskum og føroyskum, sum kann hoyrast við at skanna QR-kodur á skeltum kring landið.

 

Kodurnar eru prentaðar á skelti í Tórshavnar kommunu, Runavíkar kommunu, Eysturkommunu og Sunda kommunu, eins og samstarv nú eisini er fingið í lag við Fuglafjarðar kommunu.

 

Enn fáast eintøk av bókini, sum Mirjam Jørgensen, listakvinna, hevur myndprýtt og sett upp, í bókahandlunum kring landið, og um stutta tíð verður 2. upplag av bókini klárt.

 

##med2##