Nýggi kranin hjá Rókini verður brúktur til byggivirksemið hjá felagnum, og hann fer at gera arbeiðið hjá teimum munandi lættari og skjótari

Rókin nýggjan krana - størsti av sínum slag í Føroyum

- Kranin kann lyfta heili 300 tons, vita tey í Sjóvar kommunu at siga í dag

Nýggi kranin hjá Rókini verður brúktur til byggivirksemið hjá felagnum, og hann fer at gera arbeiðið hjá teimum munandi lættari og skjótari

- Byggifyritøkan Rókin, sum í løtuni ger havnaútbyggingina á Hulki á Strondum, hevur keypt nýggjan krana. 

 

Á heimasíðuni hjá Sjóvar kommunu vita tey at siga, at hetta er størsti krani av sínum slag í Føroyum. 

 

- Kranin er av slagnum Grove og kann lyfta upp til 300 tons, og hann røkkur upp til 120 metrar.

 

Lagt verður aftrat, at kranin verður brúktur til byggivirksemið hjá Sp/f Rókini, og hann fer at gera arbeiðið hjá teimum munandi lættari og skjótari.

 

Borgarstjórin í Sjóvar kommunu, Hans Anders Jacobsen, sum áður hevur arbeitt við stórum maskinum, slapp eisini at royna kranan. 

 

- Vit ynskja Rókini tillukku við krananum, er heilsanin í Sjóvar kommunu til byggifyritøkuna í dag.

 

##med2##

 

Nýggi kranin hjá Rókini verður brúktur til byggivirksemið hjá felagnum, og hann fer at gera arbeiðið hjá teimum munandi lættari og skjótari

Her situr borgarstjórin í Sjóvar kommunu, Hans Anders Jacobsen, í stýrhúsinum