Oljuvinnufelagið hevur síðstu mánaðirnar arbeitt miðvíst við at marknaðarføra Føroyar sum ein maritiman tænastudepil, og í hesum sambandi er ein felags samleiki skaptur, og ætlanin er at branda Føroyar og møguleikarnar her á landi fyri útheiminum.
- Verkætlanin snýr seg um at marknaðarføra Føroyar sum eina maritima tænastustøð og ein skikkaðan kappingarneyta til operatørar, sum arbeiða eitt nú vestan fyri Hetland, sigur Magni Arge, formaður í Oljuvinnufelagnum.
Hann sigur endamálið við hesi marknaðarføringini vera at fáa oljufeløg at velja Føroyar, tá skip og pallar skulu bunkra, til umvælingar ella umbyggjast, tí tað er á tí økinum, føroysk oljuvinna fyrst og fremst eigur at gera seg galdandi.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna, Rás 2 gjørdi við Magna Arge.