Nú er føroyski báturin settur á listan hjá ST listan yvir siðaarv hjá mannaættini, sum eigur at verða varðveittur. Tað er UNESCO stovnurin undir ST, sum hevur sett føroyska bátin á listan, saman við súðubygdum bátum úr øðrum norðanlondun.
Mentamálaráðið sigur, at hetta er ein altjóða viðurkenning av føroyska bátinum, og samstundis verður staðfest, at føroyski báturin, og og føroyskt bátasmíð, og alt í sambandi við tað, skulu verjast og førast víðari til komandi ættarlið.
– Hetta er fyrstu ferð, at Norðurlond eru gingin saman um eina UNESCO - tilnevning yvir siðaarv, og tað er gleðiligt, at tað júst er aldagamli súðubygdi báturin, sum framvegis hevur so stóran týdning í Føroyum. Hetta er eisini fyrstu ferð, at Føroyar fáa eitt evni á UNESCO listan, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður í Uttanríkis- og mentamálum.
Síðan 2015 hava bátasmiðir, bátafeløg og søvn úr øllum Norðurlondum arbeitt miðvíst við hugskotinum at fáa norrøna súðubygda bátin á UNESCO listan yvir siðaarv, sum er verdur at varðveita. Og í hesum sambandi hava bátasmiðir, áhugafeløg, Róðrarsambandið, Tjóðsavnið og fleiri onnur, staðið saman um arbeiðið at fáa føroyska bátin á UNESCO listan yvir siðaarv.
Men við at seta føroyska bátin á UNESCO listan, binda vit okkum til, at vitanin um føroyska bátin, bátasmíð og hvussu vit brúka bátin, verða varðveitt, og førd víðari til komandi ættarlið, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður.
Gjøgnum øldir hevði føroyski báturin havt stóran týdning fyri liviumstøðurnar í Føroyum. Hann var álitið til fiskiskap, veiði og til flutning millum oyggjarnar. Í dag verður hann mest brúktur til kappróður og til frítíðarvirksemi, og av tí sama fækkast bátasmiðirnir eisini.
– Enn ber til at fáa ein føroyskan bát smíðaðan, men verður onki gjørt, er vandi fyri, at komandi ættarlið ikki duga aldagamla handverkið at smíða ein føroyskan bát. Missa vit vitanina og førleikan at smíða og brúka føroyska bátin, missa vit ein part av okkara felags samleika, sigur landsstýrismaðurin.