Tá U-21 landsliðið í Danmark í kvøld spælir venjingardyst ímóti USA, verður tað við føroyskari luttøku á vøllinum.
Øll dómaratrio’in til dystin er nevniliga føroysk.
Tað er Petur Reinert, ið skal leiða dystin sum dómari, meðan hjálpardómararnir til dystin verða Jan á Líðarenda og Regin Egholm.
Tað ber til hjá fótbóltsáhugaðum føroyingum at síggja U-21 landsdystin hjá Danmark í kvøld. Dysturin verður vístur á Dr3, og byrjar hann klokkan 18:00 føroyska tíð.