Føroyskir krígsveteranar skulu eisini fáa hjálp

Føroyskir krígsveteranar skulu hava sálarfrøðiliga hjálp, og alla aðra hjálp, á jøvnum føti við danskar krígsveteranar.

 

Tað staðfestir danski verjumálaráðharrin, Peter Christensen

 

Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður hevur spurt hann, um tilboðini frá danska herinum til føroyingar, sum hava verið í kríggj við danska herinum, eru nøktandi, serliga tá ið hugsað verður um, vit eru so fjarskotin.

 

Verjumálaráðharrin sigur, at tilboðini um sálarfrøðiliga, og aðra hjálp, skal ikki vera treytað av, hvar í danska ríkinum, hermaðurin býr.

 

Hermenn, sum búgva í Føroyum, eru umfataðir av tilboðunum um hjálp, sigur Hann. Hann leggur afturat, at Verjumálaráðið er í ferð við at endurmeta hjálpina til veteranar, við tí endamáli at tryggja, at teir fáa viðurkenning og stuðul, sum er í samsvari við stóra avrik teirra fyri Danmark.

 

Í hesum sambandi fer verjumálaráðið eisini at kanna, um veteranar, sum búgva í Føroyum, eru verri fyri, enn aðrir veteranar, sigur hann.