Føroyskir spælarar geva ov lætt upp

(Ljóðbrot frá Rás2) Jens Kristian Hansen er glaður fyri tíðina hann spældi uttanlands

Jens Kristian Hansen er saman við eldra beiggjanum, Tummas Eli ein av mest legendarisku spælarunum hjá B36. Jens Kristian umboðaði eisini Føroyar í 44 landsdystum, har tað eydnaðist honum at skjóta trý mál.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr Jens Kristian greiða frá tíðina hann spældi við Ayr United í næstbestu skotsku fótbóltsdeildini. Jens Kristian er glaður fyri, at hann slapp at royna seg uttanlands. Hann heldur, at í dag kemur tað ov ofta fyri, at føroyskir spælarar, sum fara uttanlands geva ov lætt upp.