Tað hendir nógv í føroyskum tónleiki í løtuni. Nógvar fløgur koma út, og úrvali er fjølbroytt, alt frá rocki og poppi til gospel og kórtónleik.
Undan jólum legst vanliga nógv afturat á fløgumarknaðinum og í bókarúgvunum, og í ár er einki undantak í so máta, kanska heldur øvugt.
Seinastu mánaðirnar eru nógvar góðar og spennandi fløgur útgivnar, og fleiri eru í væntu komandi dagarnar.
Høgni Zachariasen er leiðari á fløgudeildini hjá 3¹aranum í SMS, og hann letur væl at søluni av teimum føroysku útgávunum.
Tað merkist tá ein føroysk fløga kemur út, tí hon selur vanliga nógv meiri enn tær útlendsku fløgurnar, og tað eru bert fáar útlendskar fløgur, sum kunnu standa mát við søluna hjá teimum føroysku fløgunum, sigur hann.
Eyðun Nolsøe stórseljari frá byrjan
Leygardagin kom út fyrsta solofløgan við Eyðuni Nolsøe, og hon hevur frá byrjan verið eitt hit. Nógv er longu selt av fløguni, og tað er nógv sum talar fyri, at hon fer at vera ein stórseljari.
Mest selda fløgan higartil í ár er ein onnur fløga, har Eyðun Nolsøe sanniliga eisini eigur sín part, og tað er uppsamlingin við Frændum, Svart Gull. Hon hevur frá byrjan selt nógv og selur framvegis væl.
Kjølar gjørdu sína entré á fløgumarknaðin í síðsta mánaði, tá teir útgóvu fløguna Time. Hendan fløgan hevur verið millum tær mest seldu síðani tá. Skeyk hevur eisini gingið væl, og fløgur við øðrum slagi av tónleiki, so sum Jógvan Zachariasen og Tórshavnar Manskór fara eisini støðugt um diskin í fløgubúðunum.
Dynamit hevur enn einaferð sligið seymin á høvdið, og ikki minst Pápi tín býr ei í Tórshavn hevur rungað farnu tíðina. Fløgan við Dynamit hevur verið útseld frá útgevarunum seinastu vikurnar, og tað ber boð um, at hon hevur selt væl, og at hon kundi havt selt meiri, um hon framvegis hevði verið at fingið.
Altíð væl móttiknar
Tað er serliga fram móti jólum, at nógvar føroyskar fløgur verða útgivnar, men Høgni Zachariasen heldur ikki, at tað ger stóran mun um fløgurnar koma fyri jól ella til aðrar tíðir.
Føroyskar fløgur selja altíð væl tá tær verða útgivnar, og hóast jólini altíð hava við sær meiri sølu, ger tað ikki so stóran mun, um fløgurnar koma aðrar tíðir á árinum, tær verða næstan altíð væl móttiknar, heldur hann.
Um fáar dagar koma tvær fløgur afturat, sum kunnu væntast at fara at selja nógv. Útvarp Føroyar útgevur uppfylgjara til vælumtóktu barnafløguna, Men minnist eina mynd, og tað er væntandi, at fólk enn einaferð fara at taka væl ímóti, tá føroyskir popp- og rockbólkar fara at tulka væl kendar føroyskar barnasangir.
Ráðið fyri ferðslutrygd fer eisini at royna seg við nýggjari fløgu, og Seinasta skríggj, sum hon kallast, verður útgivin í næstu viku.
Onkrar útlendskar fløgur gera um seg
Gjøgnumgangandi eru tað tær føroysku fløgurnar, sum liggja ovast á sølulistanum, men onkrar útlendskar fløgur selja næstan líka væl sum tær føroysku.
Tað er eingin ivi um, at í ár eru Spice Girls mest selda útlendska navnið, men uppsamlingar av ymsum slagi ganga altíð væl. Vit hava selt nógv av Now 38 og nú er Absolute Music 16 júst komin, og hon fer við vissu at ganga væl, sigur Høgni Zachariasen.
Føroysku fløgurnar eru høgt í metum, og nógvar av teimum eru eisini rættiliga góðar. Nýggja fløgan hjá Eyðuni Nolsøe er eitt dømi um ein frálíka og professionella útgávu, sum er væl gjøgnumarbeidd á øllum økjum.
Jólamánaðin er júst byrjaður, og tað er væntandi, at tað eru nógvar fløgur eftir at selja, sum skulu leggjast undir jólatræið í ár.