Føroysku svimjararnir komnir til Kazan

HM í svimjing byrjar mánadagin. Føroyar eru umboðað við fýra svimjarum.

HM í svimjing fer av bakkastokki í morgin í russiska býnum Kazan. Við í meistaraskapinum eru fýra føroyskir svimjarar.


Tey fýra, ið umboða føroysku tjóðina í Kazan, eru Pál Joensen, Alvi Hjelm, Astrið Foldarskarð og Lena Rannváardóttir.


Pál Joensen er ikki óvæntað besta føroyska heiðursmerkjaboðið. Heimasíðan svimjing.com skrivar, at Pál Joensen, sambært luttøkulistanum, er mettur at liggja til finalupláss í øllum sínum greinum.


Føroysku svimjararnir svimja hesa dagarnar: 


Mánadag 3. august
Lena Rannváardóttir 1500 frí


Týsdag 4. august
Pál Joensen 800 frí


Mikudag 5. august
Alvi Hjelm 200 blandað

Pál Joensen møguliga finalu í 800 frí


Fríggjadag 7. august
Astrið Foldarskarð 50 firvald

Lena Rannváardóttir 800 frí


Leygardag 8. august
Astrið Foldarskarð 50 frí

Pál Joensen 1500 frí


Sunnudag 9. august
Alvi Hjelm 400 blandað

Pál Joensen møguliga finalu í 1500 frí