Føroysku U17-kvinnurnar vunnu stórsigur á Ísrael

Føroyska U17-kvinnulandsliðið í hondbólti vann eisini annan dystin í B-EM kappingini

Mynd: IHF

HSF skrivar: - U17-kvinnur: Stórsigur á Ísrael

 

Dysturin millum U17-kvinnurnar hjá Føroyum og Ísrael var ongantíð spennandi, til tess var munurin á liðunum alt ov stórur. Føroyar vunnu trygt, 38-21, eftir hálvleiksstøðuna 22-9.

 

Tað var sjónligt rættiliga skjótt í dystinum, at Ísrael var eitt væl veikari mótstøðulið, í mun til Grikkaland í gjár. Føroyar fingu eina flúgvandi byrjan og vóru frammanfyri heili 9-1, longu eftir 10 minuttir. Ísrael tók time-out og royndu at mansverja Silju Eystberg. Hetta órógvaði føroyska spælið eina løtu og vóru heldur nógvar villur, men funnu okkara tó skjótt stevið aftur. Maria Beder byrjaði í føroyska málinum í dag og stóð hon eisini ein góðan fyrra hálvleik. Dysturin var longu væl og virðiliga avgjørdur, tá farið var til hálvleiks við 22-9 til okkara.

 

Í mun til mótstøðuna, so brúktu venjararnir høvið at fáa flestu leikarar í spæl, og at fordeila kreftirnar í mun til komandi dystir. Í seinna hálvleiki ráddi um at halda leikararnar hugsavnaðar, og at royna ymsar uppstillingar í verju og álopið. Hetta kundi hepnast betri. Verjuspælið var ikki eins gott sum í fyrra hálvleiki og lótu Føroyar fleiri mál inn og fingu málverjarnir fatur á minni. Somuleiðis fingu okkara færri mál í seinna hálvleiki, sum okkara vunnu við 4 í mun til 13 í fyrra. Ísrael var tó ongantíð nær við at koma innaftur í dystin, sum Føroyar vunnu trygt 38-21.

 

Eftir dystin var málverjin hjá Føroyum, Maria Beder, kosin til besta leikara hjá Føroyum í dystinum. Maria stóð serliga væl í fyrra hálvleiki í dystinum.

 

Næsti dystur hjá Føroyum verður mikudagin kl. 10.30 móti Luksemborg. Dysturin stroymast á ehftv.com. Lesið annars alt um kappingina, úrslit, støður o.a. her: W17 EHF Championships 2023 (eurohandball.com). Skrivar HSF.

 

Dystargongdin:

 

5 min. 1-6

 

10 min. 1-9

 

15 min. 5-9

 

20 min. 7-16

 

25 min. 8-19

 

30 min. 9-22

 

35 min. 12-26

 

40 min. 14-30

 

45 min. 17-32

 

50 min. 19-34

 

55 min. 20-35

 

60. min. 21-38

 

Málskjúttar hjá Føroyum:

 

Sára Berg á Lag 8

 

Sára Hórðará 6

 

Rakul Borgarlíð Joensen 5 (1)

 

Helena Magnusardóttir 4

 

Ró Reginsdóttir 4

 

Silja Geirsdóttir Eystberg 3

 

Fjóla Skaalum Vilhelm 3

 

Elida Joensen 2

 

Marjun Jansdóttir 1

 

Agatha Djurhuus 1

 

Karinbeth Kjæbæk 1

 

Málverjar:

 

Maria Beder 35%

 

Gylta á Neystabø 50%

 

Mynd: IHF