Føroyskur fiskasølupolitikkur/Føroyskur Fiskvinnupolitikkur?

Hans Johannes á Brúgv, sølustjóri á Fiskasøluni, hevur í Sosialinum leygardagin 7. juni eina áhugaverda grein um føroyskan fiskivinnupolitikk. Av tí at hann í hesari grein nemur eitt sindur við útróðurin, er tað skylda mín at koma við nøkrum viðmerkingum og nærri frágreiðingum, hesum viðvíkjandi.

 

Hans Johannes á Brúgv, sølustjóri á Fiskasøluni, hevur í Sosialinum leygardagin 7. juni eina áhugaverda grein um føroyskan fiskivinnupolitikk. Av tí at hann í hesari grein nemur eitt sindur við útróðurin, er tað skylda mín at koma við nøkrum viðmerkingum og nærri frágreiðingum, hesum viðvíkjandi.

Sjálvt um vit í skúlanum lærdu, at hvussu faktorarnir standa í einum roknistykki, er líkamikið, so er tað ikki líkamikið, um allir eru við ella ikki. Hans Johannes skrivar at útróðrarmenn gjørdu malør, og so fingu teir fleiri fiskidagar. Hetta var ikki heilt so. Tað hevur verið ført fram leiri ferðir frá Meginfelag Útróðrarmanna, at útrokningargrundarlagið undir fiskidagaskipanini fyri útróðrarflotan var skeivt. 10 ára skeiðið, sum nýtt var, fall í teim ringastu árunum sum yvirhøvur hava verið til fisk inni á grunninum. Harafturat er ein bólkur, bólkur 5, opin fyri einum óavmarkaðum tali av bátum til at royna eftir okkara tilfeingið. Teir 5000 fiskidagarnir eru ein viðurkenning og ein kompensatión frá Føroya Løgting fyri, at umstøðurnar eru ikki heilt tær somu, sum í hinum partinum av flotanum.

Sambært hagtølum úr landsstýrinum fyri 1996 avreiddu bátarnir í bólki 5 10.427.024 kg., ið gevur 458 kg. uppá dagin. Um vit umrokna veiðuna til 27.000 dagar, gevur tað eina heildarveiðu fyri bólk 5 uppá 12.366.000 kg. Altso ein øking uppá 1.938.976 kg. Sambært hagtíðindum vóru fiskaði 61.088 tons av toski, hýsu og upsa ið eru tey fiskasløg, sum útróðrarflotin liggur eftir. Teir 5000 dagarnir geva í besta fall eina øking í veiðuni uppá 2000 tons, t.v.s. 3% av umrøddu heildarveiðu, og ikki sum nevnt í Sosialinum 12%. Hetta er so prísurin man hevur valt at gjalda fyri at hava ein vinnubólk har hugtaki okkara tilfeingi kemur til sín rætt. Hesin fiskur verður longu nú boðin út til sølu í Føroyum.

Nú vit tosa um roknistykkir, so kann eg ikki lata vera við at nevna, at tað nettupp var eitt roknistykki, ella skulu vit heldur siga ein roknifeilur, ið gav Meginfelag Útróðrarmanna vind í seglini í 1975, tá prísurin á einum ávísum flatfiskaslagi fleirfaldaðist frá degi til annan.

Hyggja vit at fiskaprísinum, har uppboðssøla og smáir fiskakeyparar ikki hava nakra ávirkan, síggja vit, at hann liggur um 2 kr. lægri pr. kg. Niðurstøðan hjá fiskimanninum má tí verða, at tað eru uppboðssølurnar og teir smáu fiskakeypararnir, sum hava hildið prísinum uppi. Tá so fiskasølumenn tosa um at fiskurin er ov dýrur, ja so kunnu vit bert rokna við lægri prísi um eingin ella minni kapping verður um fiskin í framtíðini.

Eg haldi ikki, at tað er rætt at taka kappingarmomenti burturúr umsetingini av fiski, uttan tað verður avloyst av onkrum øðrum. Kapping hava vit nokk av. Fyriuttan at kappast við tey náttúrligu elementini, so skulu vit eisini kappast við t.d. danir um at halda okkara fiskifør gangandi við einum prísi, sum er væl lægri enn inni á meginlandinum.

Annars haldi eg at man heldur skal taka felags niðurstøðuna hjá Norðurlendsku fiskimálaráðharrunum um húkin sum selektivt veiðiamboð til eftirtektar. Lat okkum fáa eitt líka breitt orðaskifti um hetta evni, sum tað vit hava havt nú í langa tíð um umsetiligheit, kappingarføri, ov høgt veiðitrýst og mangt annað.


Vegna Meginfelag Útróðrarmanna

Chris Jan Michelsen