Føroyskur fjallasúkklari á sigurspallin í Danmark

Helgi Winther Olsen vann síðsta vikuskiftið bronsu í stórari kapping í Danmark.

Tað gongur stak væl hjá bronsuvinnaranum frá Bermuda í fjallasúkkling, Helga Winther Olsen, í Danmark. Fyri stuttum luttók hann í kappingini um danska meistaraheitið í sokallaða XCM. Hetta merkir Cross Country Marathon, og eru tað kappingar, sum vara í minsta lagi tríggjar tímar. Helgi gjørdist nummar átta í DM eftir 4t og 15min á súkkluni smáar 28min aftanfyri vinnaran, sum var nógv sterkastur.

 

Um vikuskiftið eydnaðist enn betur, tá Helgi bardi seg allan vegin fram á sigurspallin í marathonkappingini Kongesporet, sum var í Roskilde. Frá byrjan slapp ein bólkur við fimm súkklarum undan, og Helgi endaði sum fremsti maður í næsta bólkinum.

 

- Eg misti bólkin, tí ein veikari súkklari var komin í millum meg og hinar sterkastu. Tá vit komu á fyrsta tekniska partin av rutuni, var hann ov veikur at sita við, og so kom hol. Tað bar mær ikki til at yvirhála har, og tá ið eg so endiliga slapp framvið, var holið ov stórt til at eg kundi koyra tað innaftur, greiðir Helgi frá.

 

Síðani trýsti Helgi á, alt tað hann var mentur.

 

- Eg mátti ásanna, at eg var nógv sterkastur av teimum, ið vóru í mínum bólki. Tí legði eg meg fremst, og setti ferðina so høgt sum eg metti eg orkaði at halda allan vegin. So smátt duttu hinir burturúr. Tá ið vit næst seinastu ferð eftir tríggjar og ein hálvan tíma komu inn á tekniska sporið, setti eg á. Tá máttu teir síðstu í bólkinum eisini sleppa, greiðir Helgi víðari frá.

 

Í bólkinum frammanfyri var sama skil. Tveir vóru slopnir undan og restin vóru dotnir frá. Helgi helt so mikið høga ferð, at hann vann seg inn aftur og fór framum tríggjar mans og at enda kom á mál eftir 4t og 36min á einum sera flottum 3. plássi - bara 15min aftaná vinnaran.

 

26. oktobur kemur Helgi heim at royna seg í kappingini um føroyska meistaraheitið á langa teininum. Meira sæst um hesa kappingina á heimasíðuni hjá Fjallasúkklufelagnum, www.mtb.fo.