Liðið hjá Pæturi Clementsen vann DM gull í harðari kapping við stórfeløg sum FCK og Brøndby IF. Tað var so tætt, sum tað næstan kann verða millum Lyngby og FCK í oddinum. Bæði liðini hava 33 stig og málmunin + 34.
Avgerandi fyri útfallið er, at Lyngby hevur skotið fleiri mál enn FCK. Lyngby skoraði 46 mál, meðan FCK skoraði 39 mál. Tað merkir so eisini, at FCK bara hevur latið fimm mál inn í 13 dystum.
Pætur Smith Clementsen er høvðusvenjari hjá U15 liðnum hjá Lyngby. Hann hevur fyrr verið U-landsliðsvenjari í Føroyum. Pætur hevur sín uppruna í HB, har hann millum annað eisini hevur verið ungdómsvenjari og samskipari.