Fogh: Ellemann hevur fingið heimild at fara í stjórn

Tað sum hevur týdning, er, at Jakob Ellemann hevur heimild frá baklandinum eftir ósigurin á valinum, sigur Anders Fogh.

 

– Eg eri fegin um – og eg tulki stuðulin hjá landsfundinum – sum eina heimild til Jakob Ellemann til at royna í álvara saman við Mette Frederiksen, um tað ber til (viðstjórnarsamstarvi, red.), sigur Anders Fogh Rasmussen. - Foto: Ernst Van Norde/Ritzau Scanpix

Jakob Ellemann-Jensen hevur sum floksformaður fingið heimild frá baklandinum hjá Vinstra til at kanna møguleikan fyri at fara í stjórn.

Tað heldur fyrrverandi floksformaðurin og fyrrverandi forsætisráðharrin, Anders Fogh Rasmussen, sum eisini hevur heitt á formannin um at fara tann vegin, sjálvt um tað verður við Mette Frederiksen sum forsætisráðfrú.

– Eg eri fegin um – og eg tulki stuðulin frá landsfundinum – sum eina heimild til Jakob Ellemann til at royna seriøst við Mette Frederiksen, um tað ber til (við einum stjórnarsamstarvi, red.), sigur Anders Fogh Rasmussen.

Men hvussu heldur tú, at hann hevur fingið hesa heimild?

– Lutvíst tosi eg við fólk, men tit hoyrdu eisini fagnaðin har inni, at tað er stuðul til, at gera tað, sigur Fogh.

Fleiri formenn í lokalfeløgum hjá Vinstra, sum Ritzau hevur tosað við, siga, at tað er upp til Jakob Ellemann-Jensen at gera av, um hann vil royna stjórnarsamstarv við Javnaðarflokkinum ella ikki. Nógv teirra hava givið grønt ljós.

Fogh heldur, at tað er týdningarmikið, at floksformaðurin eisini fær eina greiða heimild til at gera tað.

– Tað er rættiliga avgerandi. Tað er ógvuliga avgerandi, tí vit sleppa ikki undan, at Vinstri leið ein stóran valósigur á valinum, og við tí í huga kann finnast at øllum avgerðum.

– Tað kunnu vit við tað sama viðganga. Líka mikið hvør avgerðin verður, at vit fara í stjórn ella vera uttanfyri, so vera atfinningar. So tað má kannast gjølla, sigur Anders Fogh Rasmussen.

/ritzau/

 

– Eg eri fegin um – og eg tulki stuðulin hjá landsfundinum – sum eina heimild til Jakob Ellemann til at royna í álvara saman við Mette Frederiksen, um tað ber til (viðstjórnarsamstarvi, red.), sigur Anders Fogh Rasmussen. - Foto: Ernst Van Norde/Ritzau Scanpix