Fogh sleppur neyvan við Brimli

Sekstan umsóknir vóru til tey sjey størvini sum maskinmeistarar umborð á skipunum hjá Fiskiveiðieftirlitinum, og umsøkjarar kunnu vænta sær svar síðst í hesi vikuni. Ætlaði túrurin hjá Anders Fogh Rasmussen við Brimli verður helst av ongum vegna vantandi maskinmeistarar

? Vit hava tilsamans fingið sekstan umsóknir, og tær verða viðgjørdar í hesi vikuni, sigur Elmar Højgaard, stjóri á Fiskiveiðieftirlitinum.
Tað eru sjey størv, sum eru lýst leys. Tvey størv sum maskinstjóri, tvey størv sum 1. meistari og trý størv sum 2. meistari. Umsøkjarar kunnu vænta sær at fáa svar hósdagin ella fríggjadagin.
Elmar Højgaard váttar, at allir teir tíggju maskinmeistararnir, ið upprunaliga søgdu seg úr starvi, og sum alt rumblið snýr seg um, hava søkt størvini av nýggjum.
Trupulleikin er, at tað eru bert sjey størv lýst leys. Hini trý eru longu sett. Tí er ikki líkt til, at allir maskinmeistararnir fáa síni gomlu størv aftur, soleiðis sum Maskinmeistarafelagið hevur kravt.

Fogh fyri ongum
Sambært skránni hjá Statsministaranum Anders Fogh Rasmussen skulu hann og løgmaður Anfinn Kallsberg hava fund umborð á Brimli hósmorgunin, og tíðindafundur við teimum báðum skuldi vera klokkan 11.30 eisin umborð á nýggjasta vaktarskipinum.
Síðani varð ætlanin at sigla við skipinum til Suðuroyar, men hetta verður helst av ongum. Stjórin í Fiskiveiðieftirlitinum væntar ikki, at hesin túrurin verður veruleiki.
Orsøkin er tann einfalda, at ov fáir maskinmenn eru at manna Brimil, og tí kann skiparin ikki sigla Fogh og Kallsberg til Suðuroyar.