Í várfrágreiðingini hjá Búskaparráðnum sæst, at nýtslumynstrið hjá føroysku húsarhaldunum broytt. Sambært Handilsvinnufelagnum hava stórar príshækkingar viðført, at húsarhaldini eru farin at keypa lágprísvørur heldur enn eitt nú vistfrøðiligar vørur. Ein umráðandi konjunkturávísi er bilasøla.
– Bilasølan kann geva ábendingar um privatu nýtsluna í síni heild. Tá ið fólk gerast meira varin, gongur tað serliga útyvir drúgvar vørur, og serliga størru íløgurnar, so sum bilarm skrivar Búskaparráðið.
– Fólk kunnu útseta at keypa sær nýggjan bil, ella tey kunnu velja at keypa ein brúktan bil ístaðin fyri ein nýggjan, skrivar ráðið.
Myndin niðanfyri vísir samlaðu bilamongdina av persónbilum til privata nýtslu og árligu broytingina seinastu árini.
##med##
Á myndini sæst, at bilamongdin vaks á leið ímillum 3% og 5% um árið í árunum 2017 og til 2021. Í 2022 vaks bilamongdin stórt sæð ikki, og nýggjastu tølini fyri 2024 vísa, at bilamongdin vaks við hálvum prosenti.
Myndin niðanfyri vísir bilasøluna seinastu fimm árini. Seinastu trý árini er árliga bilasølan lækkað við ávikavist 17%, 4% og og seinasta árið við 6%. Í 2020 var parturin av sølu av nýggjum bilum 17% og í 2024 var parturin 11%.
– Ein størri prosentpartur av bilasøluni er tí søla av brúktum bilum. Í tølunum av brúktum bilum er eisini parturin av innfluttum brúktum akførum, ið er vaksin seinasta árið og fór úr 155 í 2023 til 225 í 2024. 83% av teimum vóru trý ár ella yngri.
– Tað er tí líkt til at sama mynstur, sum Búskaparráðið vísti á í Várfrágreiðingin í 2024, heldur á fram. Samlað sæð verða færri bilar seldir, og ein størri partur av samlaðu bilasøluni er brúktir bilar, og alsamt fleiri av innfluttu brúktu bilunum eru trý ár ella yngri, skrivar Búskaparráðið.
##med##
Samanumtikið hevur bilamongdin staðið í stað seinastu trý árini, har hon undanfarnu 5 árini vaks støðugt.
Samlaða talið av bilum í Føroyum seinastu 10 árini:
- 2025: 42.067
- 2024: 42.025
- 2023: 42.040
- 2022: 41.568
- 2021: 40.265
- 2020: 38.905
- 2019: 37.292
- 2018: 35.746
- 2017: 34.285
- 2016: 32.906
Búskaparráðið staðfestir í Várfrágreiðingini, at sølan av nýggjum og brúktum bilum er lægri seinastu trý árini, sum týðir uppá, at fólk eru vorðin meira varin við at gera stór keyp.
– Atferðarmynstrið hjá bilkeyparanum vísir, at keyparin er viðkvæmur fyri broytingum í stuðulsskipanum, tí sølutølini vísa, at fleiri sølur vera gjørdar upp til stuðulsskipanin verður broytt, eitt nú tá mvg-afturberingin til elbilar bleiv broytt 1. apríl 2024 og aftur 1. januar 2025, skrivar Búskaparráðið.