Fólk handtikin í einum rúsevnamáli

Løgreglan hevur handtikið fólk í einum nýggjum rúsevnamáli. Í morgin skulu tey í rættin við kravi um varðhaldsfongsling

Fyrr í dag var løgreglan at síggja úti í Bakka í Havn – tað er uttarlaga í Vágsbotni út ímóti Tinganesi.

 

Kári Jacobsen á kanningardeildini hjá løgregluni sigur, at løgreglan framdi handtøkur í einum rúsevnamáli. Hann vil ikki siga meira um málið, enn at talan er um eitt rúsevnamál. Fólkini eru handtikin og talan er uttan iva um eitt størri rúsevnamál, tí tey skulu í morgin fyri rættin fyri at fáa tey varðhaldsfongslað.

Tó segði hann, at talan er um eitt nýtt rúsevnamál.