Fólk rýmdu frá bilunum í kavarokinum

Seinni í dag verður lýggjari, men seint í kvøld, í nátt og í morgin verður rættiliga nógvur vindur

Bilar, sum fólk seta frá sær, eru til stóran ampa hjá monnunum hjá Landsverki, sum grava kava.

 

Tað staðfestir Árni Jacobsen, økisleiðari hjá Landsverki í Norðurøkinum.

 

Hann sigur, at kavarokið í gjár tók mong á bóli og ein avleiðing var, at fleiri fólk settu bilarnar frá sær á alfaravegi ímillum bygdir, og rýmdu frá teimum.

 

- Tá ið tey ikki kláraðu at koyra meiri, settu bilarnar og fóru frá teimum, sigur Árni Jacobsen.

 

Hann sigur, at hetta eru bilar, sum ikki eru skøddir eftir umstøðunum, tí teir bilarnir, sum vóru tað, kláraðu tað.

 

 

Árni Jacobsen sigur, at hetta er til stóran ampa hjá monnunum hjá Landsverki, sum grava kava.

 

Tað er eisini vandamikið, tí tá ið tað rýkur so illa, sum í gjár, er ómetaliga tórført hjá maskinførarunum at síggja bilar, sum standa á vegnum og tað kann elva til skaða.

 

Av tí, at kavi er, standa bilarnir ofta inni á vegnum eisini, tí tað sæst ikki, hvar jaðarin er og so tora bilførararnir ikki so langt út.

 

Hann heitir á fólk, sum koma í eina slíka støðu, um at boða frá, so at teir, sum grava, fáa vara seg fyri bilunum.

 

Eisini løgreglan segði í gjár, at bilar, sum stóðu parkeraðir ímillum bygdir, vóru til ampa.

 

Annars sigur Árni Jacobsen, at ferðslan gekk væl í gjárkvøldið og í nátt og eingir trupulleikar hava verið.

 

Heldur ikki løgreglan hevur fingið fráboðanir um trupulleikar við ferðsluni.

 

Í gjár gjørdi Landsverk nógv burtur úr at ávara bilførarar og tað hjálpti, heldur Árni Jacobsen.

 

- Tað var ikki so nógv ferðsla seinnapartin í gjár og í gjárkvøldið, sigur hann.

 

Í dag eru góð líkindi.

 

- Tað er hált, men ferðslan gongur væl, sigur økisleiðarin.

 

Seinni í dag sigur hann frá lýggjari veðri, men afturfyri verður rættiliga nógvur vinduri kvøld, í nátt og í morgin, upp í 23 metrar um sekundið, við hvirlum upp í orkanstyrki av norði og útnyrðingi.