Fólk við góðum inntøkum, skulu nú rinda meiri í Arbeiðsloysisskipanina. Tað stendur í einum uppskoti, Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, fer at leggja fyri løgtingið í næstum. Í heyst legði hann uppskot fyri løgtingið um at broyta ALS, men tá tók hann uppskotið aftur, tí ymsir ógreiðar vóru í tí.
Arbeiðsloysisskipanin verður spakiliga drenað fyri pengar, tí útgjaldið er størri enn inngjaldið, og tí er neyðugt at broyta skipanina. Og ein broyting er, at nú skulu tey, sum hava góða løn, rinda meiri í ALS. Sum støðan er nú, verður bara goldið til ALS av inntøkum upp í góðar 550.000 krónur. Tað merkir, at onki verður goldið til ALS av tí partinum av lønini, sum er omanfyri góðar 550.000 krónur.
Les eisini: Skerja møguleikan at fara í farloyvi í ALS
Men nú verður markið hækkað 100.000 krónur, upp í 650.000 krónur. Tað merkir, at øll skulu rinda til ALS av lønini upp í 650.000 krónur. Men tann parturin av lønini, sum er omanfyri 650.000 krónur, verður sostatt frítikin fyri at rinda í Arbeiðsloysisskipanina. ALS hevur roknað seg fram til, at tað fer at geva skipanini 2,2 milliónir í inntøku afturat.
|