Fólkaflokkurin er í upploysn

Christian Andreasen tapti stríðið um at modernisera Fólkaflokkin

Jacob Vestergaard er sterki maðurin í Fólkaflokkinum. Hann gongur á odda í stríðnum ímóti at fáa Anniku Olsen á listan hjá Fólkaflokkinum, sum í dag førdi til, at formaðurin legði frá sær og fer úr politikki

– Christian Andreasen hevur roynt at moderniserað Fólkaflokkin. Men tað miseydnaðist. Tí tekur hann avleiðingarnar og leggur frá sær og fer úr politikki.

Tað sigur ein kelda í Fólkaflokkinum, sum ikki vil verða nevnd.

Stríðið snýr seg serliga um Anniku Olsen, sum meirilutin av Fólkaflokkinum ikki vil hava í flokkinum og ikki vil hava á listan. 

Jacob Vestergaard er ein av høvuðsmonnunum, sum ikki vil vita av Anniku Olsen.

Hon hevur verið umstrídd, síðani hon meldaði seg úr Fólkaflokkinum í 2015 og fór upp í Framsókn, har hon tó bara var limur í tveir dagar. Seinni meldaði hon seg inn aftur í Fólkaflokkin og stillaði upp til býráðsvalið í Havn í 2016, tá hon gjørdist borgarstjóri.

Tað er stríðið um samkynd, sum klívur Fólkaflokkin. Flokkurin stóð saman og var ímóti øllum rættindum til samkynd, til Annika Olsen hálsaði um, tá andstøðumálið um rættin hjá sammøðrum at fáa gjald úr barsilsskipanini var til viðgerðar á tingi fyri jól í fjør. 

Tá atkvøddi Annika Olsen við andstøðuni, tá málið var til aðru viðgerð.

Av tí at Annika Olsen var varalimur nummar tvey hjá flokkinum, kundu Jacob Vestergaard og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur við at siga landsstýrissessirnar frá sær fáa Anniku Olsen úr tinginum. Men tá tann síðsti varamaðurin hjá Fólkaflokkinum, Heðin Zachariassen, valdi at fara í farloyvi, kom Annika Olsen aftur á ting og atkvøddi eisini fyri málinum við triðju viðgerð.

Síðani hevur verið opið stríð í Fólkaflokkinum um Anniku Olsen.

Miseydnaða uppstillingini hjá Fólkaflokkinum til fólkatingsvalið var gjørd soleiðis, tí tey ikki vildu hava Anniku Olsen á listan.

Og nú er stríðið aftur um, at sterki vongurin í Fólkaflokkinum heldur ikki vil hava hana á listan til løgtingsvalið.

Tað vildi Christian Andreasen á fundi í Fólkaflokkinum í gjár. Men hann fekk ikki undirtøku fyri, at Annika Olsen kann stilla upp. Tí valdi hann at leggja frá sær og fara úr politikki.

Keldan í Fólkaflokkinum sigur, at Christian Andreasen hevur roynt at fremja moderniseringar í Fólkaflokkinum, men hevur ikki fingið undirtøku fyri tí.

Floksleiðislan fer á fundi í dag at velja nýggjan formann og at taka støðu til, um Annika Olsen sleppur at stilla upp til løgtingsvalið. Sleppur hon ikki tað, so verður roknað við veruligum skrædli í flokkinum og at fleiri týðandi fólk fara at melda seg úr flokkinum, siga keldur, sum standa Fólkaflokkinum nær.

 

 

Jacob Vestergaard er sterki maðurin í Fólkaflokkinum. Hann gongur á odda í stríðnum ímóti at fáa Anniku Olsen á listan hjá Fólkaflokkinum, sum í dag førdi til, at formaðurin legði frá sær og fer úr politikki