Fólkaflokkurin vil lækka tinglýsingargjaldið

Lækkingin skal fíggjast við, at grønar stuðulsskipanir verða lækkaðar

Fólkaflokkurin hevur lagt fyri tingið uppskot um at lækka tinglýsingargjaldið, sum er eitt prosent av søluvirðnum, tá til dømis eini hús verða tinglýst.

Í viðmerkingum til uppskotið sigur Fólkaflokkurin, at hvørja ferð ein fastogn verður handlað, so skal eitt tinglýsingaravgjald á 1% av keypsprísinum í landskassan. Sama er galdandi, tá veðupphædd verður tinglýst.

– Tað vil siga, at verður ein ogn keypt fyri 2,5 mió. kr., so skulu 25.000 kr. í landskassan. Verður ein keypt fyri 3,0 mió. kr., so er talan um 30.000 kr., og so framvegis.

– Við hækkandi bústaðarprísum seinastu árini hevur tað verið torførari hjá fólki at sett føtur undir egið borð, vísir flokkurin á.

Flokkurin sigur víðari, at tað at marknaðurin broytist er ikki nakað, ið man fær gjørt nakað serligt við frá politiskari síðu, men hinvegin eru nøkur ting, ið man kann broyta. Millum annað tinglýsingaravgjaldið.

– Uppskotssetararnir meta tað vera rímiligt at lækka gjaldið, so tað gerst fíggjarliga betur møguligt at seta føtur undir egið borð. Væl greið yvir, at hetta ikki er nógv í stóru myndini, so er tað heilt vist eitt stig rætta vegin fyri at lætta um hjá føroyingum, ið keypa fastogn.

– Uppskotið snýr seg um at lækka tinglýsingaravgjaldið yvir tvey ár niður á 0,5%, so tað kemur niður aftur á støðið, tað var á inntil 2016.

Tað merkir fyri ein, ið keypir eina ogn á 3,0 mió. kr. eina sparing uppá 15.000 kr. Tað ger mun.

Fólkaflokkurin sigur víðari, at fyri fíggjarlógina 2024 var metingin, at 52 mió. kr. komu inn í tinglýsingargjaldi og tinglýsingaravgjaldi. Lækkingin av avgjaldinum eftir hesum uppskoti merkir helst, at avgjaldsinntøkan minkar við umleið einum fjórðingi í 2025 og einum triðingi í 2026, soleiðis at umleið 39 mió. kr. koma inn í 2025 og 26 mió. kr. í 2026.

– Lækkingin av tinglýsingaravgjaldinum verður fíggjað við, at grønar stuðulsskipanir verða lækkaðar stigvíst tey komandi árini. Lækkingin av tinglýsingaravgjaldinum er munandi lægri í upphædd, enn spardu útreiðslurnar av grønu stuðulsskipanunum, og tí er væl ráðiligt at gera hesa broyting, sigur Fólkaflokkurin.