Mánadagin 2. mars verður Fólkaheilsuráðið í Bónus á Tvøroyri.
Temað verður “Fullkorn”, tað verður millum kl 15 og 18
Um tú svarar spurningum á staðnum, sum hava eitthvørt við evnið at gera, verður tú við í einum lutakasti um ein iPad. Tað verða eisini nakrar smakkiroyndir.
Fólkaheilsuráðið og Miklagarður hava nú í smáar tvær vikur samstarva um eina kost-verkætlan, har góður matur hevur verið í miðdeplinum. Talan er um evnini: fullkorn, soltið kjøt, frukt og grønt, fisk og so tað søta.
Hesa ferð verður tað ein kostkøn frá Fólkaheilsuráðnum, sum er til taks at svara spurningum. Kundin verður eisini drigin inn í átakið, soleiðis at hann fær høvi at svara spurningum og harvið vera við í kappingini um ein iPad, ið verður lutaður burtur.
Tað er Durita Poulsen, sum í løtuni er starvslesandi hjá Fólkaheilsuráðnum, sum mánadagin verður at síggja í Bónus á Tvøroyri. Durita er ættað úr Hvannasundi og lesur í Keypmannahavn.
Fólkaheilsuráðið er samstundis og vitjar skúlarnar í Suðri, tað eru bæði 9. Flokkarnir og 5. Flokkarnir, sum eru á dagsskránni.