Fólkaheilsuvirðisløn skal latast og til ber at koma við uppskotum

Í ár verður Fólkaheilsuvirðislønin latin til onkran, sum hevur gjørt okkurt fyri at betra um heilsu og trivnað hjá børnum

Hvør skal hava Fólkaheilsuvirðisløna hesa ferð?

 

Soleiðis spyrja tey úr Fólkaheilsuráðnum, nú virðisløn enn einaferð skal latast.

 

– Í ár verður virðislønin latin til tann ella tey, sum hava gjørt eitthvørt fyri at betra um heilsu og trivnað hjá børnum, sigur ráðið.

 

Almenningurin fær við hesum høvi at skjóta upp tann, sum hildin verður at hava henda heiður uppibornan.

 

– Endamálið við at lata Fólkaheilsuvirðislønina er at heiðra tann ella tey, sum hava gjørt okkurt munagott fyri at betra um heilsu og trivnað hjá børnum. Á henda hátt ber til at varpa ljós á tey mongu og ymsu, sum gera sjálvboðið arbeiði ella á annan hátt betra um umstøðurnar hjá børnum og ungum. Tey tilnevndu kunnu vera einstaklingar, feløg, arbeiðspláss, kommunur, granskarar o.s.fr. Øll kunnu tilnevna, hvør skal hava virðislønina. Ein dómsnevnd tekur støðu til, hvør fær heiðurin, sigur Fólkaheilsuráðið.

 

Avdúkað verður á Fólkaheilsuráðstevnuni 3. desember, hvør ið fær ársins Fólkaheilsuvirðisløn.

 

Oyðublað til títt uppskot fæst her

 

Seinasta freist at lata uppskot inn er mikudagin 1. desember klokkan 12.00.