Tað er nú greitt, at Frændur verða eitt av teimum stóru, føroyskum nøvnunum, sum fara at synhja og spæla á Tórsfestini í gongugøtuni Havn, leygardagin 25. juli
Frændur er ein tann fólkakærasti tónleikabólkurin í Føroyum, ið hevur spælt fyri fullum hølum í eini 30 ár.
Og hesi 30 árini hava teir verið stórleverandørar av landaplágum, sum fleiri ættarlið av førøoyingum nú kenna, og hava tikið til sín.
- Tað kann vera, at brúna skinnið á hundinum er vorðið grátt, men hann goyr enn akkurát líka hart, siga fyrireikararnir, og sipa til eitt av teirra kendu sangum um Hundin Brúna.
Onnur tónleikanøvn sum fara á pallin verða Pretty Maids, Basshunter, Týr, Byrta, Swangah, Hjarnar, Sakaris, SIC, Goresquad, Signar & John og fleiri.