Fólkakirkjan skal hava ein próst afturat

Bygnaðarbroytingar verða nú gjørdar í føroysku fólkakirkjuni

 

##med2##

 

Nógv fundarvirksemi var í fólkakirkjuni í síðstu viku, tá tey viðgjørdu bygnaðin í fólkakirkjuni.

– Og vit fara at gera nakrar broytingar, sigur Jógvan Fríðriksson, biskupur.

Tann mest eyðsýniliga broytingin er, at kirkjan fer at seta ein próst afturat.

– Vit hava býtt yvirbygnaðin í fólkakirkjuni í eina fíggjarsúlu, sum dómprósturin fer at umsita saman við próstadømisráðnum, og so fer ein embætissúla, tað vil siga starvsfólkið og serliga prestarnir, sum so fáa ein nýggjan leiðara, sum verður ein próstur. So vit gera eitt starv afturat, sum verður ein próstur, sigur Jógvan Fríðriksson, biskupur.

Ætlanin er, at hesin nýggi bygnaðurin í fólkakirkjuni fer at virka í summar.

Hoyrið samrøðu, sum Árni Gregersen hevði við Jógvan Fríðriksson, biskup, í FM við at trýsta á pílin undir myndini.