Fólkapensjónin skal hækka aftur

Umboð fyri teir fýra andstøðuflokkarnir hava verið á fundi saman í dag at viðgera ætlaðu pensjónsnýskipanina.

 

Samgongan hevur bjóðað andstøðuni á fund og ætlanin er, at tað skal eydnast at finna eina breiða semju fyri, hvussu pensjónsviðurskifti føroyinga skulu síggja út í framtíðini.

 

Andstøðan hevur tískil verið á fundi í dag, har roynt var at finna eitt felags útgangsttøði til fundirnar við samgonguna.

 

Umboð fyri allar fýra andstøðuflokkarnar, tað eru Sambandsflokkurin, Fólkaflokkurin, Miðflokkurin og Nýtt Sjálvstýri, umframt uttanflokkatingkvinnan Annika Olsen, luttóku á fundinum, og keldur hjá in.fo lata væl at fundinum.

 

Sum skilst hevur andstøðan gjørt av, at fólkapensjónin skal varðveitast, tað vil siga, at grundupphæddin skal hækkkast aftur til tað støði, hon hevði í fjør.

 

Grundupphæddin í fólkapensjónini varð lækkað frá 1. januar og í dag avgjørdi nevndin at hækka útgjaldið úr Samhaldsfasta sambært áheitanini frá landsins myndugleikum.