Fólkapensjónin skal varðveitast

? Tað er skeivt at taka pensjónsrættindi frá fólkapensjónistum, og soleiðis at bróta við tað gamla prinsippið um, at pensjónin er ein rættur hjá øllum fólkinum, heldur Jóannes Eidesgaard, formaður í Javnaðarflokkinum

? Tað fyrsta, eg legði til merkis, tá eg hugdi í fíggjarlógaruppskotið var, at landsstýrið ætlar at skarva burtur av fólkapensjónini.

Hetta sigur Jóannes Eidesgaard, tá Sosialurin bað hann gera viðmerkingar til fíggjarlógaruppskotið. Sum vera man hevur hann ikki lisið tað ígjøgnum enn, og vil hann tí ikki siga tað stóra.

? Men tað sær út sum um, at landsstýrið ætlar at bróta við tað gamla prinsippið um, at pensjónin er ein rættur hjá øllum fólkinum - nú skal ein partur av fólkinum missa rættin til fólkapensjón.

? Hetta kemur eisini rættuliga illa við hjá fakfeløgunum. Nú hevur Havnar Arbeiðsmannafelag upparbeitt sær eina pensjón. Eg haldi ikki tað er rætt, at fara at revsa teir limirnar, og eg haldi eisini, at motivatiónin fullkomiliga verður tikin burtur frá Føroya Arbeiðarafelag, sum so seint sum í ár hevur sett hol á eina pensjónsuppsparing fyri limirnar. Tað er skeivt nú fullkomiliga skevit soleiðis at broyta fortreytirnar hjá teimum, sigur Jóannes Eidesgaard.

? Borgarliga framtakið hjá Kristian Magnussen og Anfinn Kallsberg er illa umhugsað og ógvuliga óbúgvið, nú tað kemur fram. Vit hava hoyrt Kristian Magnussen sagt okkurt um hatta í sjónvarpinum, og nú síggja vit viðmerkingarnar hjá Anfinni Kallsberg. Men hatta er sami trupulleiki, sum øll lond uttan um okkum stríðast um, at pensjónsbólkurin veksur. Men tey hava kortini ikki slept prinsippinum um, at tað sjálvandi er ein samfelagsuppgáva at tryggja øllum nøkur rímilig ellisár.

Jóannes Eidesgaard leggur dent á, at hann ikki hevur havt stundir at nærlisið fíggjarlógaruppskotið enn, men at hetta var tað fyrsta, hann legði merki til.

? Eitt annað, eg legði merki til innan fyri vinnuliga økið, har síggi eg at íløgustuðulin minkar niður í 10 milliónir, men so stendur nakað, sum eingin enn veit, hvat merkir, at 40 milliónir eru avsettar til onkra aðra studningsskipan.

? Hetta merkir væl tað, at Fólkaflokkurin er í ferð við okkurt nýtt projekt við studningum og stuðuli til vinnuna, sigur Jóannes Eidesgaard. Hetta heldur hann vera stóra upphædd, men einki stendur um, hvat hetta merkir, sigur hann.

? Tað er so týðuligt, tá tú blaðar ígjøgnum fíggjarlógaruppskotið, at tað er lagt fram í einum valári - við útgjaringum av øllum møguligum slag.


Økingar

Jóannes Eidesgaard sigur eisini, at týðuligt er við hesum uppskoti, at stórar útreiðsluøkingar fara fram.

? Anfinn Kallsberg sigur, at útreiðslurnar eru øktar við 40 milliónum, men hetta skal leggjast oman á tær økingar, sum eru framdar í hesum fíggjarárinum, sigur hann.

? Fólkaflokkurin livir als ikki upp til tað, sum hann plagar at siga, at teir skulu fáa tamarhald á almennu útreiðslunum, heldur Jóannes Eidesgaard.

? Hetta prógva teir so eftirtrykkiliga við hesi fíggjarlógini.


Jóannes Eidesgaard veit ikki, um tað fer at eydnast at fáa eina breiða semju um hesa fíggjarlógina, men hann sigur, at javnaðarumboðið í fíggjarnevndini fer at stríðast fyri at fáa ávísar broytingar, m. a. pensjónsspurningin.

Restina av vikuni fer Jóannes Eidesgaard at granska fíggjarlógaruppskotið og metir hann seg tá betur føran fyri at gera viðmerkingar til júst framlagda fíggjarlógaruppskotið hjá Anfinn Kallsberg, fíggjarmálaráðharra