Fólkaskúlin undirvísa børnunum í fólkaræði

Pengarnir, sum sjónvarpið fær frá lýsingum, skulu brúkast til at stuðla fólkaræðinum

 

Tað er neyðugt at styrkja fólkaræðið í Føroyum.


Og ein máti at gera tað upp á, at at fólkaskúlin undirvísir børnunum í fólkaræði.


Tað  heldur Gunvør Balle, tingkvinna.


Saman við Rigmor Dam hevur hón lagt uppskot fyri Løgtingið um mvg, sum verður goldið av kringvarpsgjaldinum, skal ikki fara í landskassan sum higartil, men at Kringvarpið ístaðin skal fáa tað afturat fyri at styrkja um fíggjarliga grundarlagið.

 

Afturfyri skal Kringvarpið ikki sleppa at sleppa at senda lýsingar.

 

Tó skal sjónvarpið sleppa at senda sjónvarpslýsingar.

 

Men inntøkurnar av tí skulu fara í ein grunn til frama fyri fólkaræðið.

 

Gunvør Balle sigur, at pengarnir skulu brúkast til at stykrja og menna fólkaræðið.

 

Trýst á pílin undir greinini og hoyr hvussu hon sær fyri sær, at vit kunnu styrkja fólkaræðið, í samrøðu við Hilmar Jan Hansen.