Danmark, sum skal til fólkatingsvalið 24. mars, er, tá hugsað verður um verandi heims- og trygdarstøðu, eitt sera sannlíkt mál fyri russiskari ávirkan.
Tað skriva danskir trygdarmyndugleikar í eini meting av hóttanini av ávirkansvirksemi mótvegis valinum.
Í felags meting mála Politiets Efterretningstjeneste, Forsvarets Efterretningstjeneste og Styrelsen for Samfundssikkerhed eina mynd av eini tíð við "øktari stórveldskapping" og við einum russiskum "hybridkríggi móti Vesturheiminum".
Her royna fremmandir statir áhaldandi at ávirka kjakið, til dømis í valstríðnum, men eisini í gerandisdegnum, skriva myndugleikarnir.
- Tað er sera sannlíkt, at Danmark í verandi støðu er eitt sjálvstøðugt, prioriterað mál fyri russiskum ávirkansvirksemi, verður sagt.
Myndugleikarnir meta, at danskur stuðul til Ukraina og ukrainsk vápnaframleiðsla á donskum øki kunnu vera orsøkir til økt fokus á Danmark frá russiskari síðu.
– Tað er møguligt, at Russland fer at fremja ávirkansvirksemi í eini roynd at gagnnýta valið til at stuðla russiskum dagsskráum, eitt nú at skapa ósemju og at vikna stuðulin til Ukraina, stendur í fráboðanini.
– Tað kundi eisini ávirka ávís valevni og flokkar og teirra valstríð.
Myndugleikarnir lýsa fleiri ymisk sløg av møguligari russiskari ávirkan.
Tað verður mett sera sannlíkt, at pro-russiskir teldusníkar uttan beinleiðis tilknýti til russiska statin fara at gera umfatandi net-álop móti Danmark.
Men tað verður mett minni sannlíkt, at álopini hava "beinleiðis ávirkan á umsitingina av valtilgongdini".
Myndugleikarnir síggja tað eisini sum minni sannlíkt, at statsligir teldusníkabólkar "royna at órógva valið við telduálopum".
Tey skriva, at hóast fremsta hóttanin um ávirkan kemur úr Russlandi, so kann ávirkan eisini koma frá øðrum statsligum aktørum.
Her verður gjørt vart við, at USA hevur eina trygdarstrategi við einum upplýstum endamáli at broyta núverandi politisku gongdina í Evropa.
– Allar amerikanskar royndir at ávirka almenna kjakið í Evropa kunnu koma frá nógvum ymiskum aktørum, eisini teimum uttan formlig tilknýti til amerikansku umsitingina, stendur í fráboðanini.
/Ritzau/










