Fólkatingsvalið fyri páskir ella saman við ES valinum

Fólkatingsval skal vera í seinasta lagi týsdagin 18. juni í ár. Men allir eygleiðarar eru samdir um, at so leingi situr tingið ikki. Tað hevur ikki hent í meira enn ein mansaldur, at Fólkatingið situr valskeiðið á tamb. Tá bara fáir mánaðir eru eftir til seinastu freist, plagar forsætisráðharrin at skriva út val – helst tá tað passar honum best.

 

Vit hava tí gitt, at fólkatingsval verður skrivað út at vera týsdagin 19. mars, tí tá eru beint undir tríggir mánaðir til seinastu freist, sum er 18. juni.

 

Vit hava spurt Hans Engell, sum er ein hin fremst politisk eygleiðarin í Danmark. Hann er fyrrverandi fólkatingsmaður, ráðharri og formaður í Konservativa Fólkaflokkinum. Hann er útbúgving journalistur, og tá hann fór úr politkki fyri 22 árum síðani, fór hann aftur at starvast sum journalistur, tá sum blaðstjóri á Ekstrablaðnum.

 

– Tað er ikki reiðiliga greitt, nær valið verður. Lars Løkke Rasmssen má halda valið fyri páskir – páskadagurin 21. apríl – ella saman við ES-valinum, sum verður 26. mai, sigur Hans Engell.

 

Danmark skal 26. mai velja síni 14 umboð til Evropatingið.

 

– 19. mars er eitt gott boð upp á ein fólkatingsvaldag, men tað kann líka so væl haldast ein av teimum trimum týsdøgunum í mars og í apríl. Eftir páskir síggi eg ikki annan møguleika, enn 26. mai, sigur Hans Engell.