Helle Thorning-Schmidt hevur júst skrivað út fólkatingsval at verða tann 18. juni.
Valstríðið hesaferð verður óvanliga langt – ella í hvussu so er ein dag longri, tí valið verður um 22 dagar. Vanligt er, at valið verður skrivað út við trimum vikum freist. Síðani 1848 hevur fólkatingsval oftast verið týsdag, men eisini nakrar ferðir hósdag.
Á tíðindafundi nú klokkan 10 boðaði Helle Thorning-Schmidt frá, at fókatingsval verður hósdagin 18. juni.
Stjórnin heldur fram, til greitt er, hvør verður nýggjur forsætisráðharri.