Fólkið er ikki til at grava seg niður við

Fótbóltur: Allan Simonsen ætlar at dúva uppá møguleikar og at fáa mál

Tað verður roknað við, at umleið 30 túsund fara at hyggja at, tá føroyska fótbóltslandsliðið í kvøld klokkan 20 lokala tíð í Spania, sum er tað sama sum klokkan 19 føroyska tíð, fer at stríðast ímóti Spania. Tað er rúm fyri 35 túsund áskoðarum, men tað verður mett at vera væl, at so mong møta upp at síggja heimaliðið dystast ímóti einari pinkutjóð.

Landsliðið vandi tvær ferðir fyrradagin og fyrrapartin í gjár á einum venjingarvølli, og tá vóru fleiri hundrað og hugdu at, umframt at nógv pressufólk fylgdu við, filmaðu, skrivaðu og brúktu myndatólið. Tað sást, at onkrir av yngru føroysku spælarunum vóru eitt sindur nervaðir av, at umstøðurnar at fyrireika seg vóru so fremmandar, og tað er einki at ivast í, at nervarnir komu uppaftur meiri til sjóndar í gjárkvøldið klokkan 20, tá síðsta venjingin skuldi vera á stadion, har dysturin verður spældur í kvøld. So er at vóna, at allir vera nóg kaldir í lýkkuni í kvøld, soleiðis at hvør einstakur, sum verður sendur á vøllin, fer at megna at spæla alt tað, sum hann er mentur.


Venjarin

størstan áhuga

Tá føroyska landsliðið er uttanfyri landoddarnar hevur tað mest sum hvørja ferð víst seg, at útlendski áhugin er størstur fyri at tosa við venjaran hjá landsliðnum, og í so máta er ferðin í Spania avgjørt einki undantak.

Allan Simonsen var ein sera avhildin spælari í Barcelona frá 1979 og fram til 1982. At Barcelona seldi Allan Simonsen komst ikki av, at hann ikki var nóg góður spælari, men tað komst bara av, at formaðurin í felagnum so ógvuliga fegin vildi hava fatur á Maradona, sum hevði spælt so væl í HM kappingini, ið sama summarið hevði verið í Spania. Útlendingakvotan var ov stór, og Allan Simonsen fekst rættiliga nógv fyri.

Men spaniumenn hava ikki gloymt Allan Simonsen, og hann verður avmyndaður í tíð og ótíð, og tað er týðuligt, at tað líkar spaniumonnum sera væl, at venjarin hjá føroyingum hevur stak gott tak á spanska málinum. Í gjár klokkan 13 skuldi vera tíðindafundur, og tað varð roknað við, at áhugin fór at vera sera stórur fyri lítla dananum, sum framvegis verður mettur høgt í Spania.


Fleiri ganga aftur

Føroyar fara í kvøld at spæla ímóti tí fótbóltstjóðini, sum í løtuni verður mett at vera hin 6. besta í øllum heiminum. Í sjálvum sær ljóðar tað púra burturvið, men soleiðis er tað. Tað er sjálvsagt møguleiki fyri, at føroyingar fara at tapa stórt, men tað er ikki víst.

Síðani Allan Simonsen gjørdist landsliðsvenjari í 1994 hava størstu uppgávurnar á útivølli ivaleyst verið tann í mei 1995 ímóti Russlandi í Moskva, og tann í apríl 1996 ímóti Jugoslavia í Beograd.

Báðu ferðirnar varð mett, at tað kundi enda við rættiligum skrædli, men báðu ferðirnar gekk betri, enn tað hevði verið roknað við. Í Moskva endaði 3-0, eftir at tað var málleyst alt fyrra umfarið, og í Beograd endaði 3-1, eftir at tað stóð 3-0 eftir fyrra umfarið.

Seks spælarar vóru við hesar báðar ferðirnar, og av teimum eru fimm við í Spania. Teir eru Jens Martin Knudsen, Óli Johannesen, Jens Kristian Hansen, Magni Jarnskor og Jens Erik Rasmussen. Henning Jarnskor var við hesar báðar ferðirnar, men hann er ikki við í Spania.


Djørv útgangsstøða

Landsliðsvenjarin sigur ikki so nógv, og tá tú hoyrir hann, so er talan ikki um nógv annað enn um vendingar, sum verða sagdar undan hvørjum stríði á útivølli.

Men tað er greitt, at venjarin ætlar ikki, at føroysku spælararnir skulu grava seg niður og sparka burtur. Í omanfyri nevndu torføru dystum í Moskva og í Beograd varð dúvað uppá, at okkara menn kundu fáa málmøguleikar í snarálopum, og tað gekk, sum roknað varð við. Í Moskva høvdu bæði Todi Jónsson og serliga Jens Erik Rasmussen møguleika, og í Beograd skoraði John Petersen eitt sera gott mál.


Jens Erik er týdningarmikil

Tað er vert at leggja til merkis, at Jens Erik Rasmussen var við ímillum teir fyrstu ellivu bæði í Moskva og í Beograd. Hann spældi væl báðu ferðirnar, og tað hevði ikki verið av leið hjá venjaranum at seta spælaran, sum júst er farin til Esbjerg at spæla, inn á miðvøllin í kvøld. Kanska verður hetta av summum mett sum luksus, tá mótstøðan er so stór, sum hon verður í kvøld, og Allan Simonsen hevur ikki givið Jens Eriki Rasmussen nógva spælitíð síðstu ferðirnar, og tað hevur kenst eitt sindur undarligt, tí venjarin ætlar sær at fáa føroyingar at spæla og ikki sparka fótbólt. Og skal tann ætlanin setast í verk, so er neyðugt at seta spælarar á liðið, sum duga væl at spæla fótbólt.

Julian Johnsson er við aftur á miðvøllinum, og júst tí hesin stríðsmaðurin er við aftur, eru fyritreytirnar betri at seta ein fótbóltsspælara inn, sum kanska ikki verður mettur at hava møguleika fyri at gera so stórar skreytir í verjupartinum.


Liðið

Í gjár nevndu vit flestu spælararnar, sum vit roknaðu við fóru at manna liðið í kvøld. Opni spurningurin var vongverjuplássið í høgru, og hetta er framvegis ein opin spurningur.

Undir venjing hava ábendingar verið um, at Magni Jarnskor møguliga verður settur á hetta plássið, men tað kann gott vera, at venjarin velur eina aðra loysn.

Men møguliga fer liðið at síggja soleiðis út: Jens Martin Knudsen - Magni Jarnskor, Óli Johannesen, Jan Dam, Pól Thorsteinsson, Øssur Hansen - Julian Johnsson, Jens Kristian Hansen, Jens Erik Rasmussen, John Petersen - Jan Allan Müller.

Hetta eru alt spælarar, sum hava verið nógv í eldinum undanfarnu landsdystir. Um onkur av nýggjaru monnunum fær møguleikan millum ellivu teir fyrstu, so man Sámal Joensen vera tann, ið bankar mest á landsliðsdyrnar. Hann hevur tær ferðirnar, hann í nakrar minuttir hevur fingið møguleikan, víst, at tað er dugur í honum.