Fólkið í Japan er framvegis ímóti OL í summar

Meira enn annarhvør japanari vil ikki, at OL skal haldast í Japan í summar, vísa seinastu meiningakanningarnar.

Um eitt sindur meira enn tveir mánaðir, tann 23. juli, verða Olympisku summarleikirnir setti í Tokyo – eitt ár seinni enn ætlað vegna koronufarsóttina.

 

Men stendur tað til fólkið í vertslandinum, so verða leikirnir avlýstir.

 

Nógvi japanar hava leingi verið atfinningarsamar fyri at halda leikirnar mitt í eini farsótt, sum í hesum døgum ger um seg serliga í Tokyo og øðrum pørtum av Japan.

 

Undantaksstøðan í Tokyo er longd til síðst í mai.

 

Seinastu meingakanningar, sum landsins miðlar hava gjørt um vikuskiftið vísir, at mótviljin ímóti OL í summar framvegis er stórur í samfelagnum.

 

Blaðið Youmiuri Shimbun gjørdi eina kanning frá 7. til 9. mai. Sambært henni vilja 59 prosent av fólkinum hava leikirnar avlýstar, meðan 39 prosent ynskja leikirnar. Tað skrivar Reuters.

 

Í kanningini kundu tú ikki svara, um tú vildi hava leikirnar útsettar.

 

Eisini TBS News gjørdi kanningar um vikuskiftið. Í teirri kanningini svaraður 65 prosent, at tey vildu hava leikirnar avlýstar ella útsettar.

 

Bæði fyrireikararnir og Altjóða Olympiska Nenvdin (IOC) hevur fyribils hildið fast um, at leikirnir verða í summar – við ella uttan áskoðarar.

 

/ritzau/