Fólkið vil ikki hava ógvusligar broytingar

­ Lítil munur er á orðaskiftinum um loysing í dag og fyri 50 árum síðan. Tað tykist løgið, at lyndiseyðkennini ikki er broytt, tá hugsað verður um stóru broytingarnar í føroyska samfelagnum, sigur Vagn Wåhlin, sum hevur fylgt valstríðnum á síðulinjuni

.

Vagn Wåhlin er dosentur við Århus Universitet og serkønur í føroyskum viðurskiftum.

Í løtuni er hann í Føroyum og undirvísir á Fróðskaparsetrinum.Seinastu vikurnar hevur Vagn Wåhlin fylgt við í valstríðnum, og undrast stórliga á, at orðaskiftið um loysing ella ríkisfelagsskap, hóast nógv umrøtt, ikki er komið longur.

­ Høvuðsmálini í 46 - 48 vóru eisini spurningar um sambandið við Danmark, og um tað bar til at smíða ein karm um eina heimastýrislóg, sum kundi geva føroyingar so mikið av sjálvstýri, sum teir ynsktu tá. Og um danir yvirhøvdu vildu halda slíka lóg.


Riggar tá tað

gongur væl

Hann heldur, at reglurnar í heimastýrislógini eru greiðar, men bert, at tá veruligir trupulleikar standast, eitt nú undir Klaksvíkstríðnum í 1955 og undir fíggjarligu kreppuni í 1992, verður grundlógin galdandi. Tað merkir, at danska stjórin hevur skyldu at leggja seg út í føroysk viðurskifti.

­ Hvat er best fyri Føroyar - loysing ella sjálvstýri við broyttari Heimastýrislóg?

­ Skal eg siga sum er, so eru danir líkasælir í hesum spurningi. Einastu ferðirnar Danmark hevur havt brúk fyri Føroyum var tá Nato-støðin varð bygd, men so »brast friðurin á« í 1991, og heimurin broyttist.


Føroyingar eru einastandandi ískoyti

­ Kortini haldi eg at 600 ára felagsskapur ikki kann slítast eftir einum degi. Hetta er ein spurningur um kenslur. Tað búgva 15.000 føroyingar í Danmark. Teir eru eitt einastandandi ískoyti í danska samfelagnum, eins og danir búgva í Føroyum. Persónliga haldi egtað ikki vera rímiligt at slíta menniskjansliga sambandið, sum hevur størri týdning enn kaldar lógir, sigur Vagn Wåhlin.

Hann heldur, at ein víðkan av Heimastýrisskipanini, aftaná samráðingar við danir, er besta loysnin.

Vagn Wåhlin hevur eisini fylt við kjakinum og teimum kanningum, sum hava verið í Danmark, um ríkisfelagsskapin og loysing, og heldur tað ikki vera nakað ivamál, at vilja føroyingar loysing, so fáa teir tað.

­ Um so verður, skal málið eisini undir fólkaatkvøðu í Danmark, tí eingin stjórn hevur sambært grundlógini, heimild, at geva fullveldið frá sær, uttan so at fólkið hevur talað.

­ Tí hava vit í Danmark fingið lógargrein, sum fleiri ferðir hevur verið fyri í hægstarætti, í samband við ES- limaskapin. Nú er samtykt, at tað kann gerast við ávísum treytum:

Eisini fólkatkvøða

í Danmark

­ Fyri tað fyrsta skulu 5/6 av fólkatingslimunum taka undir við broytingunum, men tað kann stutt sagt ikki lata seg gera at fáa so stóran meirluta í Fólkatingunum. So sigur Grundlógin, at um 5/6 ikki eru fyri, skal málið til fólkaatkvøðu.

­ Danski forsætisráðharrin hevur sagt, at um føroyingar vilja loysing, so eftirlíka danir?

­ Tað hevur hann fyri sovítt rætt at siga, tí meirlutin av dønum atkvøða ikki ímóti, men um danska stjórnin setir uppskot fram, eftir samráðingar við føroyingar um loysing, uttan at seta málið undir fólkaatkvøðu, so er hugsandi at hægstirættur leggur seg út í málið, og tað er álvarsligt.

Umframt tað, skal grundlógin broytast, skal Grønland eisini taka støðu. Tað er ikki vist at teir ikki fara at krevja broytingar í Norðuratlanthavi, sum føroyingar kanska ikki verða fegnir um.

­ Hvat hevur tú serliga lagt til merkis í valstríðnum?

­ Tað, sum eg havi lagt til merkis - og tað havi eg skrivað fleiri børkur um - er, at eg sakni eitt veruliga orðaskifti um samfelagsmenningina.


Skúlamál ikki tikin uppá tungu

­ Í valstríði í øðrum londum, verður tað oftast til eitt rúkandi orðaskifti um skúlamál, av tí at tað er fólkaskúlin, sum skapar framtíðar menniskjað.

­ Tað er óskiljandi, at eitt slíkt orðaskifti ikki hevur verið í hesum valstríðnum. Serliga tá sagt verður, at hetta er laguval, sum snýr seg um framtíð Føroya.

­ So er tað tú hugsar, hvussu tað verður hjá teimum, sum skulu liva og skapa framtíðarsamfelagið. Hví tosa politikarar ikki um tað?


Nógv rok um

lítið og einki

­ Tí haldi eg, at tosið um loysing er meira nógv rok um lítið og einki, enn um veruligt ynski hjá føroyingum um loysing, sigur Vagn Wåhlin.

­ Er tað bert innbilling vita fara á val uppá loysing?

­ Tað eri eg bangin fyri, at tað er. Veruleikin er málið tann føroyska skuldin, sum er 6. mi.a krónur, og sum aðalkjarnin av føroyskum politikararunum ábyrgdarleyst hava verið við til at stovna.

­ Er tað nakað, sum føroyskir politikarar ikki vilja taka uppá tungu, so er tað júst skuldin, og tí verður ístaðin tosað um loysing og alt annað.

­ Er tað at káva yvir ábyrgdarloysi?

­ Ja, tað hugsi eg, tí annars átti orðaskiftið at snúð seg um heilt onnur mál, sigur Vagn Wåhlin, og vísir á onnur fyribrygdi, sum hava verið øðrvísi enn hann hevði væntað í hesum valstríðnum:

­ Sum áskoðari á síðulinjuni, skal eg ikki taka støðu til, hvat er rætt og skeivt, men eg undrist stórliga á veruliga støðutakanina í bankamálinum, um hvørt føroyingar eru lumpaðir ella hava borið seg býtt at. Hetta er hóast alt bert smálutir. Talan er um 1,5 miá. krónur í endurgjaldi. Hví nevnir eingin skuldina, sum framvegis er 6. mia. krónur. Tað verður ikki nevnt við einum orði?

Vagn Wåhlin hevur kannað tølini í seinastu veljarakanningini, og sammett við kanningar umleið 20 ár aftur í tíðina.


10 pst. fara at

avgera valið

­ Ábendingarnar seinastu dagarnar vísa, at veljararnir hava flutt seg munandi frá greiðu uppbýtingini á fólkatingvalinum í februar mánaða. Veljarnir flyta seg alt meira móti miðjuni og til teir gomlu flokkarnar.

Hetta sæst einamest av, at 10 - 11 pst. av veljarafjøldini ikki hevur tikið støðu. Júst hesir veljarar fara at avgerða valið, sigur Vagn Wåhlin.

Hann byggir síni sjónarmið á kanningar 20 ár aftur í tíðina, og samanber við danska valið í ár.

Nyrup útskrivaði val, og allar kanningar vístu, at teir borgarligu fóru at vinna stórsigur, men beint fyri valið kom vend í. Tá saman um kom, valdu fólk eftir hvør flokkur veitti teimum størstu trygdina.


Skelda ístaðin fyri at grundgeva og lurta

­ Vit halda ofta at politiska valstríðið er keðiligt, og at politikararnir duga so illa at føra síni sjónarmið fram. Hvat heldur tú er orsøkin?

­ Ein orsøk er, at politisk mál vanliga verða avgjørd í áhugabólkum og uttan fyri tingsalin. Øll vita, hvat hvør flokkur stendur fyri, og tað nýtast ikki so nógvar grundgevingar til at loysa eitt mál.

­ Danmark er t.d. 100 ferðir størri enn Føroyar, men har eg galdandi - ikki bert hvat tú gert - men hvussu tú grundgevur fyri tí, sum tú vilt hava framt. Tað verður ført fram yvir eitt langt tíðarskeið, áðrenn avgerðin fellur.

­ Í føroysku politikki fara politikarar at skeldast og seta niður á hvønn annan. Tað verður brúkt ístaðinfyri at grundgeva fyri sínum sjónarmiðu, ella at lurta eftir, hvat mótparturin sigur. Orsøkin er kanska vantandi politisk mentan, sigur Vagn Wåhlin.

Vagn Wåhlin heldur, at hetta ørkymlar fólk serliga nógv í hesum valstríðnum.

Byrjað verður við at taka hugsjónarliga støðu, men seinastu dagarnar byrja fólk at hugsa um virðið av uppsparing, peninsiónum og øðrum ágóðum, sum samfelagið hevur at bjóða.

­ Í veruleikanum vildu fólk kanska valt tað sama sum á fólkatingvalinum, men tey hava longu flutt seg. Teir gomlu stóru flokkarnir fara at fáa nakað tað sama sum seinasta løgtingsval. Tí kann henda, at Edmund Joensen hevur meirlutan, tá Løgtingið kemur saman eftir valið.


Nýtt rák í føroyskum politikki

­ Kortini vænti eg eitt skifti í politisku leiðsluni, men eisini, at eitt nýtt rák tekur seg upp, sum vil hava broytingar. Hjá føroysku politikarunum er tí skilabest at lurta eftir hesum rákinum.

Fólk vilja hava broytingar, men tey eru ikki hugaði fyri ógvusligum broytingum, sigur Vagn Wåhlin.

Hann saknar eina grundgeving fyri, hvat loysingarflokkarnir vilja seta í staðin fyri núgaldandi skipan.

­ Øll vita at fiskurin ikki er støðug inntøkukelda, men hvat vilja teir gera við fíggjarligu viðurskiftini, um fiskurin svíkur?

­ Her áttu teir at lagt eina 10 ára ætlan fram, sum greitt vísti á møguleikar, men tann frágreiðingin er ikki komin, sigur Vagn Wåhlin.