Sum eitt fríkst lot lenda Foo Fighters í fløguspælaranum. Hvør skuldi trúð tí: Fyrrverandi trummuspælarin í Nirvana David Grohl er vorðin frontmaður ? sangari og guitaristur ? í Foo Fighters! Hetta er triðja útspælið frá trio-rock bólkinum. There Is Nothing Left To Lose er ein frálík rock fløga. Nógv feit guitar riff blanda við lekrum 60´ara Beatles harmoniseringum.
Mannliga hormonyvirskotið spríkir út gjøgnum hoytalaran. Her er skitin rockur og sveittalukturin er veruligur. Grohl syngur væl og bólkurin dugir somuleiðis at skrúva løgini saman soleiðis at klimaks sum oftast er eitt einfalt niðurlag al a "Grindaaaboooð!!!!!". Bólkurin dugir eisini væl at spæla við dynamikki, delay og ymsum guitarfigurum, soleiðis at hóast talan er um guitar, trummur og bass og onki annað, so er fløgan ikki monoton at lurta eftir.
Á undanfarnu fløguni hevði Foo Fighters eitt hit-lag I?m On Your Back, ið kláraði seg rímuliga væl á hitlistum. Eitt slíkt lag, ið lifrar fyri poppfjøldini finst ikki á hesi fløguni. Tað nærmasta trionin kemur er við lagnum Next Year.
Restin er frálíkur rockur til rockelskarar.