Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at talan var um eitt sokallað soloóhapp, har bara ein bilur var uppií.
– Bilførarin var óansin og kom ov nær vegjaðaranum, har tað er rættiliga snipst niðurav, so tað sá eitt sindur ógvusligt út, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn.
Men førari fekk ongan skaða, sjálvt bilurin fekk stóran skaða og varð totaltskaddur.
Óhappið hendir klokkan 8 gjáramorgunin.