Skulu beinagrindirnar heimaftur til Grønlands?
Tað er ein spurningur, sum verður settur í einari nýggjari heimildarrøð í DR, nevnd "Beinagrindir í skápinum: Tey stolnu deyðu".
Í Danmark er eitt savn av skallum og beinagrindum, sum eitt nú eru savnaðar í Grønlandi í landnámstíðini.
Politikarar vilja nú hava at vita, um samrøður eru millum Danmark og Grønland um at fáa hesar leivdir heimaftur til Grønlands.
Savnið í Danmark, sum liggur í kjallaranum á Panum-stovninum í Keypmannahavn, er eitt av heimsins størstu við beinagrindum.
Í savninum eru eisini stívliga 2200 skallar og lutir av beinagrindum úr Grønlandi, sum formliga eru ogn hjá Grønlendska Tjóðsavninum og Skjalasavninum.
Men, hesar mannaleivdir eru goymdir í Danmark, og spurningurin er, um fornleivdirnar skulu heimaftur til Grønlands, haðani tær komu í landnámstíðini.
Lesið eisini - https://www.sermitsiaq.ag/samfund/skal-skeletterne-hjem/2236065