Magnus Gunnarsson
Framskundaður Mondeo
Kappingin í hesum klassanum er vorðin so hørð, at Ford hevur framskundað framleiðsluna av nýggja Mondeo, sum kom á marknaðin nógv fyrr enn ætlað. Bilurin sær gott út, koyrir sum ein dreymur og er designaður soleiðis sum týskarar vilja hava hann at síggja út. Hann er eisini ætlaður at blíva ein stórseljari í Týsklandi.
Rakt plett
Innan er Mondeo næstan líka rúmligur sum tann størri Ford Scorpio. Bilurin er týðuliga merktur av at designarin hevur eina fortíð sum designari hjá Audi. Hetta ger seg serliga galdandi innan, har man heldur seg vera komnan í ein Audi ella VW. Alt er vælvirkandi og nærmast perfekt.
Teir, sum hava konstruerað bilin, hava rakt plett hvat viðvíkur koyrieginleikunum, sum eru á sera høgum støði. Stoytdoyvarar, fjaðrar og og róðurgreiðir eru so væl sett saman, at tað kann ikki gerast stórt betur. Dekkini, sum eru í støddini 205/55-16, gera eisini sítt til at bilurin er so stúttur at koyra.
Ambiente, Trend og Ghia
Umframt tað at bilurin kann leverast eftir ynski, verður hann gjørdur í trimum útgávum viðvíkjandi útgerð, Ambiente, Trend og Ghia. Mondeo verður gjørdur sum sedan við 4 hurðum, við 5 hurðum og stórari baklúku, og sum stationcar.
6 motorar eru á skránni, harav 5 eru nýggir. Tveir 1.8 litur bensinmotorar við ávikavist 110 og 125 hk, ein 2.0 litur bensinmotor við 145 hk, og tann kendi 2.5 litur motorurin við 170 hk, umframt tveir 2.0 litur turbodiesel motorar við 90 og 115 hk. Standard útgerðin er m.a. ABS bremsur, dupultur airbag framman, síðuairbag og airbag-gardinur, servostýring, sentrallás, startsperra, aircondition, el-rútar og 16? felgur, sum geva pláss til størri og styrktar skivubremsur.
Tilboð í vikuni
Í sambandi við at bilverkstaðurin hjá P/F Wenzel, er liðugt útbygdur, hava teir í vikuni havt góð tilboð til síni viðskiftafólk, har t.d. olja verður skift á bilunum fyri einans kr. 50,- fyri bæði olju og arbeiði. Eisini hava verið ókeypis kanningar av bilinum, eins og 25 prosent hava verið latin av prísinum á eykalutunum, tá tilboð hava verið givin uppá umvælingar. Leygardagin verður opið frá kl.10-16.
Ford Mondeo 2.0 TD Trend
Motorurin 2.0 litur 16V diesel 115 hk v / turbo og intercoolara
0-100 km/t: 10,6 sek.
Oljunýtsla:16,9 km/l
Dekkstødd: 205/55-16
Stødd og vekt:
Longd 473,1 cm
Breidd 181,2 cm
Hædd 142,9 cm
Eginvekt 1375 kg
Totalvekt 1975 kg
Viðførisrúm: 500 litrar
Prísur: kr. 239.000,- (4/hurðar)
Søluumboð: P/F Wenzel
v.Velbastaðvegin
FO-100 Tórshavn
Tlf. 313873