Ford Mondeo við sjónvarpi í nakkapútunum

Hjá P/F Wenzel hava teir fingið ein Ford Mondeo 2.0 Ghia við t.d. leðursetrum og multimedia undirhaldsskipan, har tey ferðandi á baksetrunum kunnu njóta ein videofilm ella spæla eitt telduspæl á túrinum

Skipanin er sett saman av tveimum sjónvarpsskíggjum á baksíðuni á báðum teimum fremru nakkapútunum. Fjarstýring hoyrir til, og upp til 4 høvuðtelefonir kunnu setast til skipanina. Um tveir persónar sita á baksetrinum, kann annar hyggja eftir videofilmi meðan hin spælir eitt telduspæl. Henda skipan kann koma væl við hjá teimum sum ferðast við børnum á longri túrum. Við at nýta høvuðtelefonir, verður bilførarin ikki órógvaður undir koyringini. Multimedia undirhaldsskipanin kostar 45-50.000 krónur eyka.