Forða smá valstøð og eitt valdømi, at man kann velja frítt? Tað haldi eg! 

Eg búgvi í Húsavík og til løgtingsvalið í 2022, so vóru tað 52 fólk, ið atkvøddu. Hetta er langt frá minsta valstað í Føroyum, tó so, so er lætt at eyðmerkja atkvøðurnar.

 

Til hvørt val, so er spenningurin í hásæti, øll ynskja at flokkurin man letur sín stuðul, fær eitt gott val og sleppur í samgongu. Men tá atkvøðurnar eru so fáar, so er alt ov lætt at eyðmerkja veljaran.

 

  • Tí arbeiði eg fyri, at vit varðveita smáu valstøðini, so øll kunnu vera við, men at uppteljingin skal skipast so atkvøðurnar verða fleiri í tali.

 

Eitt er at smáu valstøðini kunnu avmarka, hvørjum vit atkvøða fyri. At vit hava eitt stórt valdømi gevur somu avbjóðing.

 

Ein dagin eg var til handils, tóku fólk væl ímóti mær og ynsktu mær til lukku við uppstillingini. Men eg fekk somuleiðis at vita, at vit í Sandoynni høvdu alt ov nógv umboð at velja ímillum til hetta komandi løgtingsval.

 

Hvørjum man letur sína atkvøðu, er eitt persónligt val. Valskipanin er soleiðis, at tey, ið eru vald inn á ting, skulu umboða alt landið. Tó eru sera nógv, ið stúra um økið man býr í og at tað ikki fær umboðan. Hetta kann gera, at fólk kenna seg trýst at atkvøða taktiskt, fyri at fáa lokala umboðan, heldur enn fyri tí, ið ein er mest samdur við.

 

  • Tí arbeiði eg fyri, at vit endurskoða skipanina við einum valdømi.

 

At eftirmeta er altíð skilagott. Eitt val, er tikið út frá eini løtumynd og eigur tí at endurskoðast, tá ein sær avleiðingarnar av valinum. Tá ber til at taka eitt nýtt val, gera tillagingar ella at staðfesta verandi skipan. Tað týdningarmiklasta er, at vit taka kjakið og taka avgerð út frá einum væl upplýstum grundarlagi.

 

Fólkaræðið skal tryggja, at øll skulu við og hava eitt frítt val.

 

 

 

Jóhanna Jancyardóttir, valevni fyri Javnaðarflokkin