Foreldramyndugleiki gevur víðari heimildir

Pápin vísti sína umsorganarábyrgd í verki, tá hann dró 12 ára gamla sonin, sum uppøstur var farin út á leistum, aftur til hús.

Føroya rættur fríkendi ein mann, sum varð ákærdur fyri harðskap og ólógliga noyðslu móti soni sínum. Maðurin var ákærdur fyri at hava drigið son sín av gøtuni og inn í húsini, at hava lagt hondina yvir munnin á dreinginum, og at hava blakað dreingin til jarðar, so at hann sló høvdið í gólvið.

 

Maðurin noktaði seg sekan í øllum ákærunum.

 

Sonurin var og vitjaði pápan ein leygardag. Komin inn, fer pápin beina leið yvir í køliskápið og fær sær eina øl. Soninum dámar einki, at pápin drekkur, og spyr tí pápan, um hann ikki kann koyra seg heim. Tað vil pápin ikki, so drongurin fer at vitja ein granna eina løtu.

 

Nakað seinni kemur drongurin aftur og biður aftur pápan koyra seg heim, tí hann sær, at pápin hevur drukkið.

 

Drongurin ger ikki mætari enn at leypa út gjøgnum vindeyga í kamarinum og rennur avstað, á leistum. Pápin sær drongin renna fram við vindeyganum, loypir eftir og fær fatur á soninum niðri á vegnum.

 

Pápin greiddi í rættinum frá, at drongurin var týðiliga uppøstur og illur og gav tí nógva mótstøðu, rópti og ýldi. Tí sá pápin seg noyddan at lyfta dreingin við sær, eins og leggja hondina yvir munnin á dreinginum. Drongurin blakar seg niður í grúsið, og pápin tekur tá og hálvavegna dregur dreingin eftir sær niðan móti húsunum.

 

Komin inn um, fer pápin eftir einum vatnsopa, men tá rýmir drongurin aftur, hesa ferð inn til ein granna. Haðani ringir hann eftir mammuni, sum kemur eftir soninum.

 

Grannin, sum drongurin flýddi til, greiddi frá, at drongurin var ræðslusligin og segði, at pápin vildi bæði buka og drepa seg. Hann reikaði runt og helt alla tíðina eyga við húsunum hjá pápanum.

 

Drongurin, sum varð avhoyrdur framman undan og síðani víst á skíggja í rættinum, greiddi frá, at orsøkin til, at hann var rýmdur, var at honum ikki dámdi, at pápin drakk. Hann segði, at hann hendan dagin føldi seg fangaðan, tí hann fleiri ferðir spurdi, um pápin ikki kundi koyra seg heim til mammuna, men pápin noktaði.

 

Ákærin kravdi, at maðurin var dømdur 60 daga fongsulsrevsing fyri ólógliga noyðslu. Verjin metti hinvegin, at maðurin skuldi frídømast, tí at hann einans hevði gjørt sína ábyrgd sum foreldur.

- Um sonur mín fór rennandi á leistum, fór eg eisini eftir honum. At noyða børn síni at lata seg í skógvar hevur einki við revsilógina at gera, segði verjin.

 

Føroya rættur frídømdi mannin. Dómarin vísti á, at í fyrstu atløgu vóru eingi prógv fyri, at maðurin hevði blakað dreingin til jarðar, og tí kundi maðurin undir ongum umstøðum dømast fyri harðskap.

 

Dómarin segði seg samdan við verjanum. Hann duldi ikki fyri, at um maðurin hevði gjørt tað sama móti einum fremmandum, var talan um ólógliga noyðslu, men tá talan er um sonin, er støðan ein onnur.

 

Við tað, at pápin hevur foreldramyndugleika yvir soninum, hevur hann eisini umsorganarskyldu av dreinginum. Hendan umsorganarskuldan er eisini galdandi, um børnini gera mótstøðu, og tað er neyðugt at fara fram við hørðum. Tó, sigur dómarin, valdsnýtslan má vera rímilig og hava fyrilit fyri aldrinum og atburðinum hjá barninum.

 

 

Í hesum førinum metti dómarin, at tá drongurin rýmir úr húsunum gjøgnum eitt vindeyga, uppøstur og á leistum, hevur pápin skyldu at gera okkurt. Drongurin var bangin og í panikk og gav nógva mótstøðu, og tí var pápin noyddur at nýta megi, fyri at fáa dreingin við sær. Dómarin metti ikki, at tað var prógvað, at pápin var farin um mark við valdsnýtslu síni.