Foreldramynduleiki

Annika W. Joensen
forkvinna í Javnstøðunevndini

Fleiri ynskir hava verið frammi um at fáa felags foreldramynduleika í Føroyum, men enn er ikki politiskt tikin støða til, hvussu verður. Frá Innlendismálaráðnum og fjølmiðlunum vita vit, at arbeitt hevur verið við at yvirtaka familjurættaliga økið, og í næstum fæst væntandi at vita, hvussu ætlanin er at arbeiða við foreldramyndu-leikanum.

Mál um foreldramynduleika kunnu vera svár og trupul at greiða. Fáur man ivast í, at tað er hart hjá børnum og foreldrum teirra at ganga ígjøgnum ein skildnað. Serliga trupult er tað, tá foreldrini ikki eru samd um, hvør teirra skal hava børnini hjá sær.

Í Føroyum er ikki felags foreldramynduleiki og tá pør fara hvør til sítt, er tað oftast mamman at barninum/børnunum, sum fær foreldramynduleikan. Orsøkin til hetta er í høvuðsheitum lóggávan og metingin hjá dómaranum, sum tekur avgerð um, hvør skal hava barnið/børnini hjá sær, tá foreldrini ikki longur liva saman. Leggjast skal tó afturat, at tá talan er um børn í ymiskum aldri, eru dømi um, at pápin fær foreldramynduleikan yvir størra barninum/børnunum, meðan mamma fær foreldramynduleikan yvir smáum børnum.

Turið D. Hentze, fyrrv. forkvinna í Javnstøðunevndini og advokatur, skrivaði fyri nøkrum árum síðani eina grein "Pápar - foreldrarættur - javnrættur", har lóggávan og støðan, sum hon er í dag, eru lýst. Greinin sæst á heimasíðuni hjá Javnstøðunevndini www.javnratt.fo undir tema?num "Foreldramynduleiki"- "Pápar".

Seinastu tvey árini hava tríggir pápar vent sær til Javnstøðunevndina og gjørt vart við, at teir kenna seg fyri vanbýti í spurninginum um foreldramynduleika at teirra børnum.
Og í sjónvarpssendingini Cassiopeia í heyst sóknaðist ein pápi eftir at vita, hvat Javnstøðunevndin hevur gjørt við málið um foreldramynduleika.

Umframt at hava viðgjørt fyrispurningar frá pápum, og m.a. samskiftað við teir um teirra støðu, hava vit savnað tilfar til eitt tema á heimasíðuni hjá Javnstøðunevndini
um foreldramynduleika.

Í okkara svarum til páparnar hava vit gjørt greitt, at nevndin ikki hevur mynduleika at taka avgerð í málum um foreldramynduleika, men at vit meta, at menn og kvinnur eru ikki javnt sett, tá foreldur fara hvør til sítt, og ikki kunnu semjast um, hvør skal hava barnið/børnini hjá sær.

Fyri at lýsa málið um foreldramynduleika og harvið vera við til at varpa ljós á ónøktandi viðurskifti, gjørdu vit á vári 2003 eitt tema á heimasíðuni hjá Javnstøðunevndini www.javnratt.fo. Vit spurdu okkum fyri hjá Ríkisumboðnum og Innlendismálaráðnum (fyrr Løgmálaráðnum) og øðrum, og funnu upplýsingar á donskum heimasíðum um evnið. Eisini heittu vit á eina mammu og ein pápa um at lýsa málið um foreldramynduleika frá teirra sjónarhorni. Tilfar er eisini um mediatión, sum er eitt tilboð til foreldur at semjast um avtalur, sum hava við barnið at gera.
Tað er onki at ivast í, at okkara lóggáva hevur ikki fylgt við tíðini, og at tað kennist ómetaliga svárt hjá pápum, sum hava verið týdningarmiklir umsorganarpersónar í lívinum hjá sínum børnum, at góðtaka, at teir ikki eru við til at taka avgerðir um og vegna barn sítt, tá foreldrini fara hvør til sítt. Tað eru nevndu fyrispurningar og eitt nú stovnanin av felagnum ?Børn uttan rættindi? tekin um.

Í sjónvarpssendingini Cassiopeia varð sagt, at tað er umráðandi fyri trivnaðinum hjá barninum, at foreldrini eftir skildnaðin tosa pent við og um hvønnannan. Tíverri leggur lóggávan og mannagongdirnar í sambandi við eina ósemju um foreldramynduleika ikki upp til, at foreldrini sjálvi finna semjuna.

Í Danmark er felags foreldramynduleiki og til tess at hjálpa foreldrum, sum ikki eru samd um viðurskiftini hjá børnunum, kunnu foreldur fáa tilboð um mediatión. Við mediatión gera foreldrini avtalur, sum tey eru samd um. Tað er ikki ein advokatur, sum talar vegna foreldrini og talan er ikki, um at finna ein ?vinnara? og ein ?tapara?. Tilboð um mediatión høvdu uttan iva verið góð hjálp hjá føroyskum foreldrum, sum hava ilt við at semjast um, hvussu gerandisdagurin hjá barninum skal vera og hvussu børnini framvegis hava tætt samband til bæði foreldur. Men mediatión loysir sjálvandi ikki trupulleikan við vantandi felags foreldramynduleika.

Í spurningum um foreldramynduleika hevur eisini skyldan mótvegis barninum verið umrødd. Ein høvuðsorsøk til, at mamman oftast fær foreldramynduleikan er, at hon hevur verið mest um børnini. Hóast tað er vanligt, at bæði foreldur arbeiða úti, er tað framvegis soleiðis í Føroyum, at tað eru mammurnar, sum hava ábyrgdina av børnunum, og hetta kann vera ein vansi fyri pápar, sum ynskja foreldramynduleikan yvir sínum børnum. Í sambandi við viðgerðina av barsilsskipanini, vísti Javnstøðunevndin á hetta. Eisini varð víst á, at pápar hava ikki somu rættindi sum mammur til barnsburðarfarloyvi, og at hetta er mismunur vegna kyn. Áheitanin varð ikki tikin til eftirtektar.